18.09.2019
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Vitan, samleiki og burðardygd í smásamfeløgum

Altjóða granskingarseminar um smásamfeløgum hevur verið í Føroyum

Granskarar úr seks londum hava verið í Føroyum og havt fundir um verkætlanina "Valuing the past – Sustaining the future (Education, knowledge and identity across three generations in coastal communities)", sum byrjaði á heysti í 2016, og er um vitan, samleika og burðardygd hjá smásamfeløg, sum liggja við havið.

Hetta var fjórða seminarið hjá granskarabólkinum, sum umboðar fimm lond: Noreg, Føroyar, Írland, Kypros og Tasmania (Avstralia).

Anne Trine Kjørholt, professari í barnagransking á NTNU universitetinum í Tróndheimi, er verkætlanarleiðari, og norski granskingargrunnurin (Forskningsrådet) fíggjar verkætlanina.

Verkætlanarleiðarar úr hinum luttakandi londunum eru: Prof. Firouz Gaini (Føroyar), Prof. Dympna Devine (Írland), Prof. Spyros Spyrou (Kypros) og Dr. Sharon Bessell (Avstralia). Úr Føroyum hevur Kjartan Gaard Sleire verið granskingarhjálparfólk. Úr Noregi luttóku eisini fleiri ph.d.-granskarar, sum eru knýttir at verkætlanini. Norski antropologurin (prof. emeritus) Harald Beyer Broch, sum millum annað hevur skrivað nógv um útróðrarmenn í Norðurnoregi, luttók eisini í granskingarseminarinum.

Fundirnir í Føroyum vóru á Hotel Skálavík og á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum (1.-4. september).

Umframt granskarar, ið eru knýttir at verkætlanini, vóru tveir gestafyrilestrahaldarar bjóðaðir við til seminarið í Føroyum: Stuart Aitken úr San Diego State University og Gry Paulgaard úr Norges Arktiske Universitet (Tromsø).

Á fundunum vórðu nýggjastu kanningarúrslitini úr ymsu londunum løgd fram og umrødd, men eisini var arbeitt við at fyrireika greinarøð til tvey altjóða tíðarrit.

Granskingarseminarið eydnaðist sera væl. Eftir ætlan heldur verkætlanin fram í tvey ár afturat.