Skriva út

VITSKA í Norðurlandahúsinum

Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetur Føroya eru farin undir samstarv um áhugaverda fyrilestrarrøð við heitinum VITSKA.


Í morgun hittust Síf Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum og Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, at skriva undir samstarvsavtalu um at skipa fyri almennum fyrilestrum, ið viðgera aktuell evni, sæð frá einum akademiskum sjónarhorni.

Á várið 2015 heitti Norðurlandahúsið á Fróðskaparsetur Føroya um at fara undir hetta nýggja samstarvið. Nú er samstarvið formliga komið í lag. Avtala er gjørd um, at fyrilestrar verða einaferð um mánaðin í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Ætlanin er at fáa spennandi granskarar og onnur at kunna almenningin um ymisk tíðarhóskandi og viðkomandi evni hjá borgaranum.

Heitið VITSKA
Fyrilestrarrøðin hevur fingið heitið “Vitska”, sum sbrt. Sprotanum merkir:

1 gløggskygni, vit, skil, skyn, skynsemi (allir, ið hoyrdu hann, undraðust á vitsku hansara og svør (um Jesus); leggið ikki vitsku tykkara í hennara óvitsku (t.d. sagt tá ið ein segði frá e-m ið einki høpi var í))
2 tilvit, medvit (studentarnir vóru vaknaðir til vitsku um, hvussu illa móðurmálið var farið) ; sms. t.d. ábyrgdar-, fá-, loyni-, ó-, sam-, undir-

Gagnnýta og menna netverk
Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetur Føroya hava í felag ásett evnini á skránni. Báðir partar koma við uppskotum til fyrilestrarhaldarar, sum kunnu vera fólk úr føroyska vitanarumhvørvinum ella fólk, sum koma hendan vegin at vitja. Setrið og Norðurlandahúsið hava gott netverk, ið samstarvið kann gagnnýta og somuleiðis verða við til at menna.

Miðað verður eftir, at fyrilestrar verða einaferð um mánaðin fram til mai 2016 í fyrsta umfari. Fyrilestrarnir verða vanliga eitt týskvøld um mánaðin, kl. 19.30 í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Fyrilestrarnir eru fyri øll og atgongd er ókeypis.

Fyrilestrarhaldarar
Fyrsti fyrilesturin var týskvøldið 22. September, tá Geir Helgesen, Asia-granskari og stjóri á NIAS – Nordic  Institute for Asia Studies – helt ein væl vitjaðan fyrilestur við heitinum: “Eru vit á veg inn í eina nýggja heimsskipan?”. Fyrilesturin tók útgangsstøði í, at londini Kina, Korea og Japan eru vorðin meira áhugað í Arktis og harvið í okkara parti av heiminum, nú bræðingin av ísinum hevur givið atgongd til nýggjar siglingarleiðir, nýggj ráevni, fisk og eina órørda náttúru. Hetta dregur fíggjarligu risarnar úr Asiu og eisini nógv av fólkinum úr hesum fjølbygda heimsparti, sum mennist skjótt.

Annar fyrilestur verður týskvøldið 3. November, kl. 19.30, í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Hesaferð verður tað Árni Bragason, stjóri á NordGen, sum fer at halda fyrilestur um arbeiðið hjá NordGen, sum er ein felagsskapur undir Norðurlandaráðnum, ið arbeiðir fyri at framtíðartryggja ílegumargfeldið hjá djórum og plantuvøkstri í Norðanlondum. Sí: http://www.nordgen.org/