University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
VITSKA: SEV greiðir frá grønum orkuætlanum
25.01.2016
Søgu- og samfelagsdeildin Náttúruvísindadeildin

VITSKA: SEV greiðir frá grønum orkuætlanum

Føroyska elfelagið SEV fekk í fjør norðurlendsku virðislønina fyri slóðbrótandi arbeiði sítt og fyri mál sítt um 100 prosent grøna elorku á landi í Føroyum í 2030. Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetrið hava tí bjóðað SEV at greiða frá sínum arbeiði og grønu kósini á tiltaki í Norðurlandahúsinum týskvøldið 26. januar kl. 19.30.


Føroyska elfelagið SEV fekk í fjør norðurlendsku virðislønina fyri slóðbrótandi arbeiði sítt og fyri mál sítt um 100 prosent grøna elorku á landi í Føroyum í 2030. Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetrið hava tí bjóðað SEV at greiða frá sínum arbeiði og grønu kósini á tiltaki í Norðurlandahúsinum týskvøldið 26. januar kl. 19.30.

Nýbrot á elorkuøkinum og málið um 100 prosent grøna elorku í Føroyum í 2030 vóru við til at vinna SEV norðurlendsku náttúru- og umhvørvisvirðislønina 2015. Dómsnevndin legði eisini dent á, at loysnir, sum verða mentar og royndar í Føroyum, kunnu gagna øllum evropeiska elnetinum.

SEV fer at greiða frá sínum virksemi og grønu kósini næstu 15 árini, sum ber við sær miðvíst arbeiði og áhaldandi nýhugsan á elorkuøkinum. Hákun Djurhuus, stjóri, og Terji Nielsen, verkætlanarleiðari, greiða frá vegna SEV.

- Málið hjá SEV kann bert røkkast við nýhugsan og nýbrotum sum t.d. battarískipanini í Húsahaga, ið er ein serføroysk skipan, sum kann javna óstøðugu vindorkuna út á elnetið eftir fáum sekundum ella minuttum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

Lau Ø. Blaxekjær, ph.d., frá Fróðskaparsetrinum setir tiltakið. Lau er útbúgvingarleiðari fyri Masterútbúgvingina í West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management. Hann granskar í burðardyggum vøkstri og umhvørvispolitikki, og hevur millum annað luttikið í umhvørvissamráðingunum hjá ST síðani 2011, seinast til COP21 í París síðsta ár.

VITSKA er afturvendandi tiltak, sum Norðurlandahúsið og Fróðskaparsetrið skipa fyri. VITSKA um slóðbrótandi arbeiði á elorkuøkinum verður í Norðurlandahúsinum í annaðkvøld, týskvøldið 26. januar kl. 19.30-21.00.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum