19.04.2018
Til lesandi Lestrarskrivstovan Setursskrivstovan
Skriva út

Vøkstur í kvotu 2 umsóknartali

15. apríl á midnátt fór freistin fyri at søkja inn til lestur á Setrinum eftir kvotu 2. Samanlagt 114 umsøkjarar hava valt hendan møguleikan.


Møguleikin fyri at søkja inn eftir kvotu 2 er fyri umsøkjarar, sum søkja inn til bachelorlestur. Tað eru fyri tey, sum antin ikki hava nóg høgt miðalpróvtal í gymnasiala miðnámspróvnum til at verða upptikin gjøgnum kvotu 1, ella at tey hava útlendsk miðnámsprógv.

Í ár verða samanlagt 11 bachelorútbúgvingar bodnar úr. Og býtið av kvotu 2 umsóknum til hesar útbúgvingar varð soleiðis:

                                                           Samanlagt                114


Til samanberingar, so var talið av kvotu 2-umsóknum í 2017  samanlagt 111. Størsti munurin á talinum á umsóknum til einstøku útbúgvingarnar er til sjúkrarøktarfrøði og námsfrøði. Í ár eru 30 kvotu 2 umsóknir til sjúkrarøktarfrøði, í mun til 40 í 2017. Hinvegin sæst ein vøkstur til námsfrøði, har talið í 2017 var 19 kvotu 2 umsóknir í mun til heili 32 í 2018 .

Upptøkukravið til bachelorútbúgvingar á Setrinum er gymnasialt miðnámsprógv, umframt at tað til nakrar av útbúgvingunum krevst, at tú lýkur møgulig serkrøv. Nærri kunning um serkrøv eru at finna á heimasíðuni inni undir teimum einstøku útbúgvingunum.

Freistin til at søkja inn eftir kvotu 1 er 1. juli á midnátt.og sum upptøkukrav verður tá einans hugt eftir miðalpróvtalinum í gymnasiala miðnámspróvnum hjá umsøkjaranum.

Nærri kunning um upptøku sæst HER