University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2025 10 22 At 10 07 44 Vónbjørt Vang Nordic Cooperation

(Foto: Norden.org)

22.10.2025
Setrið Føroyamálsdeildin

Vónbjørt skyggir ljóst á Ritlist

Vónbjørt Vang, sum í gjár fekk Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, tók prógv í Ritlist á Fróðskaparsetinum í 2022

Vit fegnast øll um, at Vónbjørt Vang hevur vunnið Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri einastandandi bókina Svørt Orkidé. Á útbúgvingini í listaligum arbeiði er tey serliga fegin og errin, tí Vónbjørt er fyrrverandi lesandi á Ritlist, og arbeiðið við Svørt Orkidé var partur av hennara endaligu verkætlan.

Tá Svørt Orkidé kom út sum heilskapað bókaverk á forlagnum Eksil í 2023, var tað saman við einari aðrari lítlari bók, sum eitur Úr loggbókunum. Í hesi bókini greiðir Vónbjørt frá arbeiðinum við Svørt Orkidé, og hvussu hon m.a. gongur til vegleiðingartímar í Ritlist. Fremst í bókini stendur, at lesarin kann hava gagn av at lesa hesa lítlu bókina “saman við bókini Svørt Orkidé”. Úr loggbókunum byrjar “Eg lesi Ritlist á universitetinum” og er eitt erligt og beinrakið essay um at skriva. 

Vónbjørt Vang er útbúgvin bókavørður, men valdi at taka av møguleikanum at fáa útbúgving í Ritlist, tá nýggja Útbúgvingin í listaligum arbeiði byrjaði í 2019. Vónbjørt var í fyrsta árganginum, sum tók BA-prógv í 2022. Frammanundan hevði hon givið út tvey yrkingasøvn, Millumlendingar (2011) og Djúpini (2017). 

Vit ynskja Vónbjørt hjartaliga til lukku við stóra heiðrinum.

Lesið grundgevingina hjá dómsnevndini her.

Og síggið samrøðuna í Degi og viku hjá KVF við Vónbjørt her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan Í Lon Jacobsen FMD Smílandi

    Minningarorð um góða starvsfelaga okkara Jógvan í Lon Jacobsen, professara

  2. Gróthúsið Á Kvøldi Ogn Jarðfeingi

    Setursskrivstovan sum jarðhitaroyndarstøð

  3. Rekruttering 2026 Tey Fimm Lestrarumboðini

    Umsóknartalið á Setrinum vaksið við meira enn 10 prosentum