Skriva út

Webinar fyri granskarar

Kundi tú hugsað tær at granska uttanlands við Marie Curie-granskingarstyrki? So er luttøka á einum webinari hjá RUVID-samstarvinum inum í Valencia fríggjamorgunin kanska fyrsta stigið


Fríggjamorgunin frá kl. 8 til kl. 10 skipar sokallaða RUVID-samtakið av universitetum í Valencia fyri webinari, har 12 granskingarbólkar leggja fram: Teir fara – hvør í sínum lagi – at greiða frá um bólkarnar og teirra granskingarevni, og so fara teir at geva eina lýsing av teimum granskaraprofilum, sum bólkarnir sóknast eftir.

Granskingarevnini hjá bólkunum eru innan alisfrøði, lívfrøði, KT-vísindi og verfrøði, og samfelagsfrøði. Tey, ið hava áhuga í at gerast partur av einari av verkætlanunum, kunnu søkja um tað, og hava møguleika at fáa Marie Curie-granskingarstyrk. Viðkomandi kandidatar skulu vera PhD ella hava fýra ára royndir sum fulltíðargranskarar.

Fyri at luttaka á webinarinum krevst, at tú skrásetur teg.

Skráin fyri webinarið sæst niðast í hesi grein, og kunning um RUVID-samstarvið fært tú á RUVID-heimasíðuni. Her kanst tú lesa meira um Marie Curie-granskingarstyrkin fyri einstaklingar og um ta navnframu Marie Curie, sum styrkurin ber navnið eftir.

SKRÁIN FYRI WEBINARIÐ

PHYSICS
09:00-09:10 Jesús Lancis, Photonics Research Group, Institute of New Imaging Technologies, Universitat Jaume I, Castellón de la Plana Photonics

09:10-09:20 María Queralt, Laboratory of Molecular Biophysics, Department of Physics, Universitat Jaume I, Castellón de la Plana   Biophysics, electrophysiology of ion channels 

LIFE SCIENCES
09:20- 09:30 Ruben Artero, Department of Genetics-ERI-Biotecmed, Universitat de València Translational Genomics -Diagnostic tools and innovative treatments for human genetics diseases

09:30-9:40 Agustín Blasco, Institute for animal science and technology, Universitat Politècnica de València  Animal genetics 

INFORMATION SCIENCE & ENGINEERING
09:40-9:50 José Vicente Ros, Research Institute of Food Engineering for Development (IIAD), Universitat Politècnica de València    Food Science and Technology, food industry 

SOCIAL SCIENCES & HUMANITIES
09:50-10:00 Juan Vicente Marsilla, Department of Geography and History, Universitat de València Medieval History 

INFORMATION SCIENCE & ENGINEERING
10:00-10:10 Teresa Pardo, Mobile Communications Group, Institute of Telecommunications and Multimedia Applications(iTEAM), Universitat Politècnica de València Wireless Communications

10:10-10:20 Fernando Boronat, Communications Department, Universitat Politècnica de València, Gandia  Immersive and Interactive media systems

10:20-10:30 Beatriz Rey, Graphical Engineering Department, Universitat Politècnica de València Computer science, data analysis, neurophysiological signal processing, brain imaging

10:30-10:40 Juan Manuel Orduña, Networks and Virtual Environments group, IT department, Universitat de València  Computer architecture, High Performance Computing, Bioinformatic applications

10:40-10:50 Ana Cidad, Research Center on Software Production Methods (PROS), Universitat Politècnica de València Software Engineering

CHEMISTRY & PHYSICS
10:50-11:00 Jorge García Cañadas, Polymers and Advanced Materials Group,Department of Industrial Systems Engineering and Design, Universitat Jaume I, Castellón de la Plana Thermoelectricity and thermo-electrochemical systems.