04.05.2023
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Webinar um gransking av monnum í Føroyum

Mánadagin 8. mai verður eitt spennandi seminar (webinar) á netinum um nýggja samfelagsvísindaliga gransking av føroyskum monnum

Mánadagin klokkan hálvgum tíggju fara fimm granskarar at leggja úrslit fram av kanningum, sum teir hava gjørt av føroyskum monnum.

Høvuðsevnið er føroyski pápin í 21. øld: Hvat merkir tað at vera ein pápi (og abbi) í dag? Hvussu er familjulívið og -virðini broytt seinastu áratíggjuni? Hvørji sjónarmið hava barnleysir menn um føroysku familjuna? Hvat er ein “nýggjur” modernaður pápi? Hesir og aðrir spurningar verða viðgjørdir í framløgunum.

Seminarið er sprottið burtur úr einari verkætlan um pápar og familjulív í Føroyum, sum Fróðskaparsetur Føroya seinastu árini (2019-2022) hevur samskipað.

Skrá

09.30              Innleiðsla (Firouz Gaini)

09.45              “Eldri pápar” og minnini um barndómin  (Runa Preeti Ísfeld)

10.00               “Tú missir søguna um teg sjálvan”: Eitt innlit í lívið hjá óviljað barnleysum monnum í Føroyum  (Petur Háberg)

10.15                Pápar í Føroyum. Ein kvalitativ kanning  (Jónleyg Djurhuus)

10.30               Om Sømænd og Fædre: En Antropologisk Undersøgelse af fortællinger om Faderskab på Færøerne  (Sunniva Busk Vang)

10.45               Pápar í Føroyum. Ein kvantitativ kanning  (Firouz Gaini)

11.05                Spurningar & kjak

11.30                Liðugt

Luttakarar:

Runa Preeti Isfeld er ph.d. í samfelagsvísindum og starvast á Fróðskaparsetri Føroya. Hon fer at tosa um “eldri” pápar í Føroyum, t.e. um menn sum eru +50 ára gamlir. Hennara framløga er um ættarlið og kyn. Hvat minnast teir úr teirra barndómi? Og hvat siga hesir menninir um relatiónina til pápa sín? Runa fer at greiða frá, hvussu hesir menninir lýsa sín pápaleiklut, tá ið teir høvdu smá børn, og hvørjar kynsleiklutir teir hava havt (og hava broytt), síðani teir blivu vaksnir og pápar sjálvir.

Petur Háberg hevur masterútbúgving í samfelagsvísindum frá Fróðskaparsetri Føroya. Hann lýsir framløguna hjá sær soleiðis: Hon tekur fráfaringarstøði í masterritgerðini hjá mær, ið hyggur nærri at støðuni hjá føroyskum monnum (sum liva í parlagi), ið ynskja sær børn, men onkursvegna ikki gerast pápar aftaná at hava roynt í longri tíð. Serliga fari eg at koma inn á, hvussu tað er at vera barnleysur í einum samfelagið, ið - á mangan hátt - hevur barnið sum snúningsdepil. Hvussu sær lívið út, tá ið flestu av tínum røkka hendan samfelagsnormativa varðan - at gerast foreldur - og tú ikki ger?

Sunniva Busk Vang hevur masterútbúgving í antropologi frá Aarhus Universiteti. Hennara framløga fer at snúgva seg um: Hvordan bestemte fortællinger om at være far og mand på Færøerne så som sømandsfortællingen former færøske fædres handlinger, idealer og drømme for faderskabet. Derudover udviser fædrene en stræben efter at være "den gode far", hvor nærvær og en nær tilknytning er centralt. Til sidst vil jeg komme ind på, hvordan fædrenes bestræbelser ofte er karakteriseret af ambivalens og kompleksitet, hvilket ofte sætter fædrene i moralske dilemmaer. 

Jónleyg Djurhuus er ph.d.-lesandi í antropologi á Aarhus Universitet (byrjar í august 2023). Hennara framløga fer at hyggja nærri at nøkrum av niðurstøðunum úr kvalitativu frágreiðingini um verkætlanina “Faroese Fatherhood in Transition? Exploring everyday life, family relations and masculinity across two generations of men in contemporary Faroe Islands” (2019-2022), sum verður prentað í summar.

Firouz Gaini er professari í antropologi á Fróðskaparsetri Føroya. Hansara framløga fer at hyggja nærri at nøkrum av niðurstøðunum úr kvantitativu frágreiðingini um verkætlanina “Faroese Fatherhood in Transition? Exploring everyday life, family relations and masculinity across two generations of men in contemporary Faroe Islands” (2019-2022), sum í næstum verður útgivin.

Tiltakið er alment og verður á Zoom. Skriva til firouzg@setur.fo fyri at fáa zoom-slóðina til seminarið.