University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
West Nordic Studies á UArctic Congress 2016
15.09.2016
Søgu- og samfelagsdeildin

West Nordic Studies á UArctic Congress 2016

Lau Blaxekjær adjunktur og Martin Mohr Olsen umboða Fróðskaparsetur Føroya á University of the UArctic Congress 2016 í St. Pætursborg.


UArctic er samstarvsstovnur fyri universitet í øllum arktiska økinum, ið eisini bjóðar fígging til útbúgvingar og gransking. West Nordic Studies á Fróðskaparsetri Føroya er partur av UArctic samstarvinum.

Hesa vikuna setur Lau Blaxekjær alment gongd í eitt sokallað "Thematic Network", ið er ein samstarvandi granskingarbólkur settur saman av granskarum úr londum bæði í og uttanfyri Arktis. Ætlanin er, at netverkið; "Thematic Network on Arctic Coastal Communities for Sustainability" skal granska í avbjóðingum, sum standa fyri framman hjá strandalondunum í Arktis, og savna seg um gransking í eitt nú matframleiðslu, orkuframleiðslu og vitanarframleiðslu. Ætlanin er, at Føroyar verða karmur um eina ráðstevnu um hesar spurningar í fyrru helvt av 2017.

Leinkið til ráðstevnuna

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga