University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Yrkingar í eina øld
02.05.2014
Føroyamálsdeildin

Yrkingar í eina øld

Við grøvina hjá Janusi Djurhuus og yngra bróðurinum, Hans Andriasi, vóru røður og upplestur hósdagin 01. mai tá Føroyamálsdeildin heiðraði minnið um Janus Djurhuus, nú 100 ár eru liðin síðani hansara fyrsta yrkingasavn kom út.


Janus Djurhuus heiðraður

Hósdagin 1. mai kl. 12 heiðraði Føroyamálsdeildin minnið um Janus Djurhuus, skald, nú 100 ár eru liðin, síðan fyrsta yrkingasavn hansara, Yrkingar, kom út. Savnið var fyrsta rættiliga yrkingasavn á føroyskum og legði støði undir føroyska yrkingarlist í nýggjari tíð. Hitt føroyska studentafelagið í Keypmannahavn stóð fyri útgávuni.

Bergur Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingur, bjóðaði vælkomin við stuttum inngangi um útgávuna í 1914. Síðani greiddi Turið Sigurðardóttir, professari í bókmentum, frá yrkingum Janusar og týdningi teirra.

Studentar á Føroyamálsdeildini lósu upp yrkingar. Heri Joensen las upp yrkingina “Til Próst Hammershaimb”, og Silja Poulsen las upp “Várlátur”. Síðani legði Rakul Skaale blómur á grøvina, og Eyð Berghamar Jacobsen las at enda upp yrkingina “Kanska um hundrað ár”.

Yrkingar kom út í øktari útgávu í 1923, og síðani komu yrkingasøvnini Nýggjar yrkingar (1938), Carmina (1941) og Moriendo (1944). Umframt at geva út søvn við egnum og týddum yrkingum  gav Janus Djurhuus út fleiri týðingar úr forngrikskum, m.a. Verjurøðu Sokratesar  (1931) eftir Platon, og í 1967 kom út týðing hansara av Ilionskvæðnum. Týdningur Janusar fyri føroyskan skaldskap hevur verið ovurstórur.







Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025