28.04.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Yrkingar Janusar 1914-2014

Hósdagin 1. mai kl. 12.00 heiðrar Føroyamálsdeildin minnið um Janus.


Føroyamálsdeildin minnist Janus. Í vár eru hundrað ár síðan fyrsta føroyska yrkingasavn í nýtíðarmerking kom út, Yrkingar eftir Janus Djurhuus.

Hósdagin 1. mai kl. 12.00 heiðrar Føroyamálsdeildin minnið um Janus. Tá fara vit at lesa upp yrkingar og leggja blomstur á grøv hansara á Nýggja kirkjugarði til minnis um hendingina fyri einari øld síðani, tá ið fyrsta bók hansara sá dagsins ljós.   

Yrkingar var fyrsta bók, sum Hitt føroyska studentafelagið gav út. Inngangsyrkingin, "Ver sterk mín sál", slær tann stríða, mótrisna tónan, sum gongur gjøgnum hesa bókina, ið ger markaskjal í føroyskum skaldskapi. Føroysk ungmannafeløg við Sólarmagni á odda stuðlaðu útgávuni. Yrkingarnar hava havt ovurstóran týdning. Tær bera dám av nýromantiskari einstaklingastevnu, av evropiskum skaldskapi eins væl og føroyskari og norrønari siðvenju.