19.11.2013
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Yvir 2000 harur skotnar higartil í ár

Harutíðin er upp á sítt besta og menn ganga spentir runt í landinum og bíða eftir, at veðrið gerst betri, so farast kann aftur í hagan at skjóta. Ein fyribils uppgerð vísir, at higartil eru 2.152 harur skotnar í Føroyum.


Annar november er fyrsti dagur, tá loyvt er at skjóta haru. Í ár fall tað soleiðis, at hesin dagurin var ein leygardag, og tá veðrið eisini var av tí fagrasta, vóru nógvir harumenn og skutu hendan dagin.

Ein fyribils uppgerð vísir, at 1.782 harur vórðu skotnar í 66 ymiskum hagapørtum hendan fyrsta harudagin í árinum. Hetta er á leið fýra ferðir so nógv, sum fyrsta dag í 2012, men tá var fyrsti harudagur ein fríggjadag. Hendan fríggjadagin vórðu 429 harur skotnar í 31 hagapørtum kring landið. Betri hilnaðist  tó næsta dag, tí leygardagin 3. november vórðu ikki færri enn 831 harur skotnar í 61 hagapørtum kring landið.

FLESTU SKOTNAR Í STREYMOYNNI

Uppgerðin vísir, at higartil eru flestu harurnar skotnar í Streymoynni. Higartil eru tilsamans 838 harur skotnar í Streymoynni, sum ers 39% av tí samlaða talinum. 19% av harunum eru skotnar í vágunum og 11% í Eysturoynni (Talva 1).

 
SUÐRUROYINGARNIR RASKASTIR

Teir á Klappjaktini í Trongisvági vóru teir, ið fingu flestu harurnar tannn fyrsta dagin. Tilsaman fingu teir 93 harur, men teir vóru eisini17 mans, sum skutu í fýra hagapørtum. Teimum á baki komu teir í Tormanshaga í Bø, har 8 mans fingu 80 harur. Nummar trý vóru eisini vágamenn, har 8 mans í hagapartinum ‘Norðurtriðingur, norðari partur’ fingu 72 harur (Talva 2).


Tær 93 harurnar, sum teir fingu á Klappjaktini í Trongisvági vóru næstan dupult so nógvar, sum í 2012, tá hesir 17 somu menninir fingu 50 harur.  Flestu staðni í landinum er haruskjótingin skipað á tann hátt, at nakrir mans taka seg saman at skjóta og hesir bera vanliga sjálvir tær harurnar, sum teir skjóta. Í Trongisvági er haruveiðan skipað á serligan hátt, nevnd “Klappjakt”, og hevur hesin háttur verið nýttur í mong ár. Seytjan skjúttar eru við á túrinum. Hvør skjútti hevur ein klappara, hvørs uppgáva er at bera harurnar. Fyrr í tíðini skuldu berararnir eisini klappa harurnar fram (harav navnið klappari), men soleiðis er ikki longur. Nú skulu klappararnir vera friðarligir, tí hildið verður, at betri er at ganga seg framá harurnar, enn at klappa tær fram. Navnið klappari hevur tó hingið við, og verður framvegis brúkt um berararnar. Skotið verður í fýra hagapørtum og bert ein túrur verður gjørdum um árið.


HARUVEIÐAN Í FØROYUM 2012

Tey sum vilja vita meira um, hvussu haruveiðan hilnaðist  í Føroyum í 2012, kunna lesa frágreiðingina 'Haruveiðan í Føroyum 2012', sum er til taks á netinum, sum pdf-skjal.

 
Frágreiðingin er 44 síður og fyllir 1.53 MB. Umfram veiðutøluni fyri 2012, ber eisini til at lesa um innannøring, um haruskjóting í Hesti, hvussu nógv ein føroysk hara vigar og um haruhundin Flykru, sum ein Hvannasundsmaður, ið býr í Leirvík, hevur fingið sær. Eisini verða nøkur søgulig tøl um haruveiðu endurgivin í frágreiðingini. Fleiri staðni hevur tað verið vanligt, at harumenn skriva niður, hvussu nógvar harur verða skotnar, antin á hvørjum túri, ella samlað fyri alla veiðitíðina. Tað hevur eydnast mær at fingið fatur á nøkrum av hesum søguligu veiðutølunum, og verða tey víst í frágreiðingini.

FACEBOOK HØVUÐSKELDAN

Skrásetingin av, hvussu nógvar harur verða skotnar ymsastaðni kring landið  verður gjørd við støði í Facebook-síðuni “Haruskjóting í Føroyum”. Hetta er ein afturlatin Facebook-bólkur, sum tú kanst gerast partur av, við at søkja um tað, ella tú kanst verða innlimaður av onkrum, sum longu er við í bólkinum. Her skriva menn, hvussu nógvar harur teir hava fingið, tá ið teir hava verið og skotið. Upplýst verður, hvussu hagaparturin eitur, hvørjari bygd hagin er í, hvussu nógvar harur teir fingu og hvussu nógvir mans teir vóru á túrinum. Upplýsingarnar verða so førdar yvir í eitt rokniark, har talt verður saman. Úrslitini verða skipað í oyggjar, bygdir og hagapartar og dato.


Tá árið er liðugt, verða øll tølini savnað saman og givið út í einari frágreiðing, sum lýsir, hvussu haruveiðan hilnaðist ymsastaðni í landinum. Frágreiðingini fyri 2012 kann lesast her.

  • Hygg at innslagi  í 'Degi og Viku' 25. november 2013 (3 minuttir, 5.4 Mb, mp4-format).