University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið
ukraine-flag-xl.jpg
28.02.2022
Setrið

Yvirlýsing um russisku innrásina í Ukraina

Í samráði við stýrisformannin fyri Fróðskaparsetrið, okkara samstarvsfelagar í NUSCT (Network of Universities of Small Countries and Territories) og í samljóði við universitet í Norðurlondum og aðrastaðni sendir Fróðskaparsetur Føroya út hesa yvirlýsing:

  • vit taka fult undir við útsagnum Landsstýrisins og fordøma upp á tað harðasta russisku innrásina í sjálvstøðuga landið Ukraina
  • vit sýna samhuga við ukrainska fólkinum og stríði teirra ímóti innrásini
  • vit stúra fyri teimum avleiðingum, sum russiska innrásin hevur fyri frið og trygd í Evropa og heimin sum heild

Vit senda út hesa yvirlýsing í fullari semju við Ráð Teirra Lesandi á Fróðskaparsetrinum. Ein týðandi leiklutur hjá hægri lærustovnum er at útbúgva alheimsborgarar við áliti á friðarligan sameksistens og samskifti millum tjóðir og við sjálvsøgdum rætti til útbúgving og gransking uttan ófrið og ágang.

Vit heita á og mæla staðiliga til, at hernaðarligu atsóknirnar á Ukraina steðga, at altjóða lóg verður vird og at loysnir finnast á stríðsmálunum á friðarligan og diplomatiskan hátt.

Fróðskaparsetur Føroya

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan Í Lon Jacobsen FMD Smílandi

    Minningarorð um góða starvsfelaga okkara Jógvan í Lon Jacobsen, professara

  2. Gróthúsið Á Kvøldi Ogn Jarðfeingi

    Setursskrivstovan sum jarðhitaroyndarstøð

  3. Rekruttering 2026 Tey Fimm Lestrarumboðini

    Umsóknartalið á Setrinum vaksið við meira enn 10 prosentum