
Yvirlýsing um russisku innrásina í Ukraina
Í samráði við stýrisformannin fyri Fróðskaparsetrið, okkara samstarvsfelagar í NUSCT (Network of Universities of Small Countries and Territories) og í samljóði við universitet í Norðurlondum og aðrastaðni sendir Fróðskaparsetur Føroya út hesa yvirlýsing:
- vit taka fult undir við útsagnum Landsstýrisins og fordøma upp á tað harðasta russisku innrásina í sjálvstøðuga landið Ukraina
- vit sýna samhuga við ukrainska fólkinum og stríði teirra ímóti innrásini
- vit stúra fyri teimum avleiðingum, sum russiska innrásin hevur fyri frið og trygd í Evropa og heimin sum heild
Vit senda út hesa yvirlýsing í fullari semju við Ráð Teirra Lesandi á Fróðskaparsetrinum. Ein týðandi leiklutur hjá hægri lærustovnum er at útbúgva alheimsborgarar við áliti á friðarligan sameksistens og samskifti millum tjóðir og við sjálvsøgdum rætti til útbúgving og gransking uttan ófrið og ágang.
Vit heita á og mæla staðiliga til, at hernaðarligu atsóknirnar á Ukraina steðga, at altjóða lóg verður vird og at loysnir finnast á stríðsmálunum á friðarligan og diplomatiskan hátt.
Fróðskaparsetur Føroya
- 05.12.2023 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiFærri umsóknir til sjúkrarøktarfrøðiTalið á umsóknum til lestrarpláss á sjúkrarøktarfrøði á F...
- 05.12.2023 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinMartin Mohr Olsen vart ph.d. á DTUFríggjadagin 1. desember vardi Martin Mohr Olsen ph.d.-ri...
- 05.12.2023 Setrið FøroyamálsdeildinÚtbúgva undirvísarar til alsamt fleiri tilflytararNýggja diplomútbúgvingin á masterstigi á Fróðskaparsetri...