Skriva út

Yvri 1.200 mans skutu harur í Føroyum í 2014

Tilsamans skutu teir 9.400 harur á 1.123 túrum í 348 hagapørtum kring landið. Raskastir vóru vestmenningar. Hetta kann lesast í nýggju frágreiðingini: “Haruveiðan í Føroyum 2014 og annað tilfar um føroysku haruna”, sum júst er útkomin.


Í frágreiðingini kanst tú lesa um, hvussu haruveiðan í 2014 hilnaðist kring landið. Teir, sum vóru raskastir at skjóta harur í Føroyum í 2014, vóru teir í ‘Útihaganum á Bjørgum’ í Vestmanna. Teir fingu 214 harur, sum teir skutu  á 11 túrum. Teimum á baki koma teir í hagapartinum ‘Norðurtriðingur, Norðaripartur’ í Sørvági við 203 harum á 14 túrum. Teir í Neshaga í Vestmanna vóru beint aftanfyri Sørvingarnar við 202 harum, sum teir fingu á 14 túrum. Á fjórða plássi vóru teir í Sjeyndum í Tjørnuvík við 201 harum á 12 túrum.

Tað er sera ymiskt hvussu nógvar harur vórðu skotnar í teimum ymisku høgunum kring landið. Av teimum 334 sjálvstøðugu hagapørtunum, har skotið varð í 2014, varð helvtin av samlaðu veiðuni skotin í 47 hagapørtum. Av hesum, vórðu 25 %, tað eru 2.323 harur, skotnar í 16 hagapørtum, Tey fyrstu 25% av harunum, har teir fingu fægst harur, vórðu skotnar í 235 hagapørtunum.


VESTMANNA ER HARUBYGDIN Í FØROYUM
Vestmanna er tann bygdin í Føroyum, har mest verður gjørt burtur úr haruskjóting. At áhugin fyri haruskjóting er stórur í Vestmanna, sæst eisini aftur á prísunum, sum hagarnir verða seldir fyri.  Samlaði prísurin, sum haruhagarnir í Vestmanna eru seldir fyri, frá 1966 til í dag, er nú farin upp um 2.2 milliónir.

Hesin stóri áhugi, sum er fyri haruskjóting í Vestmanna, sæst eisini aftur á talinum á harum, sum verða skotnar, tí Vestmanna er tann bygdin, har nógv tær flestu harurnar vórðu skotnar, bæði í 2014, 2013  og í 2012. Tilsaman skutu vestmenningar í fjør 1.120 harur á 74 túrum í teimum 12 haruhøgunum, sum hoyra til bygdina. Hetta eru13% av øllum harunum, sum vóru skotnar í Føroyum í 2014. Av teimum 7 høgunum, har flestar harur vórðu skotnar Føroyum í 2014, vóru fýra teirra í Vestmanna. Næstflestar harur skutu teir í Miðvági; 553 harur á 70 túrum. Á triðja plássi er Sørvágur við 496 harum á 42 túrum, fjórða plássi er Sandavágur við 463 harum á 70 túrum.


VEIÐAN DAG FYRI DAG
Í kanningini er skrásetingin av haruveiðuni gjørd fyri hvønn einstakan dag, sum skotið hevur verið. Tí ber eisini til at gera upp, hvussu veiðan hevur hilnast dag fyri dag í veiðitíðin, og til ber at samanbera, hvussu veiðan hevur verið í mun til undanfarin ár.

Í 2014 var fyrsti dagur, har loyvt var at skjóta harur, mánadagin 3. november. Hendan dagin, vórðu tilsamans 1.100 harur skotnar í 75 hagapørtum kring landið. Samanbera vit haruveiðuna í 2014 við 2013 síggja vit, at munurin var serliga fyrsta dag, sum hilnaðist munandi betri í 2013 enn í 2014. Tær tríggjar seinastu vikurnar í 2014 vóru hinvegin, munandi betri í 2014 enn í 2013. Annars hevur gongdin verið hin sama tey bæði árini.

Í 2013 fall tað soleiðis, at fyrsti dagur, tá loyvt var at skjóta harur (2.november), var ein leygardag. Tá líkindini at skjóta harur eisini vóru framúr góð hendan dagin í 2013, vóru eisini nógvir harumenn í fjøllunum. Skotnar vórðu tá tilsamans 2.458 harur á 122 túrum kring landið. Í 2012 skutu teir 1.304 harur á 93 túrum tann fyrsta leygardagin í árinum, tá loyvt var at skjóta haru.

FLESTU HARURNAR SKOTNAR Í STREYMOYNNI
Kanningin vísir, at eins og í 2012 og 2013, so vóru eisini tær flestu harurnar í 2014 skotnar í Streymoynni; íalt 3.924 harur, sum svarar til eina slaka helvt av øllum harunum. Hetta er áleið sami brotpartur sum í 2013 og 2012, tá ávikavist 45% og 47% av teimum føroysku harunum vórðu skotnar í Streymoynni.

Í Vágum vórðu skotnar íalt 1.893 harur, 1.415 í Eysturoynni og 840 á Borðoynni. Til samanberingar fyri Vágoynna kann sigast, at bæði í 1991 og í 1997 vórðu umleið 1.400 haru skotnar tilsamans hvørt árið. Árið 2014 var tí eitt sindur yvir miðal til haru hjá vágamonnum.

Tað var eisini á Streymoynni, at flestu túrarnir vórðu gjørdir í 2014; íalt 388 túrar, sum svarar til 35% av samlaða túratalinum. Í 2013 vórðu 41% av øllum harutúrunum gjørdir í Streymoynni, í 2012, 45 %.

KANNINGIN SERA VÆLEYDNAÐ
Kanningin av haruveiðuni í Føroyum í 2014 var sera væleydnað, og harumenn vóru avbera raskir at boða frá hvussu nógv teir høvdu fingið á teimum ymisku túrunum. Fyri 10 av teimum 15 oyggjunum, har møguleiki er at skjóta harur, eydnaðist tað at fáa upplýsingar um veiðuna í øllum høgunum í oynni. Talan er um oyggjarnar: Fugloy, Svínoy, Viðoy, Kunoy, Streymoy,Vágar, Mykines, Hestur, Nólsoy og Skúgvoy. Í Borðoynni manglar ein hagi, Innistovuhagi. Í Eysturoynni er 78% dekningur, meðan tað fyri Kalsoynna, Sandoynna og Suðuroynna mangla fleiri hagapartar.

Haruhagtølini, sum eru við í frágreiðingini, koma frá 366 ymiskum heimildarfólkum kring landið. Veiðitølini byggja í stóran mun á upplýsingar, sum eru fingnar frá harumonnum, sum hava boðað frá úrslitinum í Facebook-bólkinum “Haruskjóting í Føroyum”.

11. MARS VERÐUR HARUKVØLD Í VESTMANNA
Í samband við, at frágreiðingin ‘Haruveiðan í Føroyum 2014  og annað tilfar um føroysku haruna” nú er komin út, verður skipað fyri einum harukvøldi á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna . Tiltakið  verður 11. mars kl. 20:00. Har fer Eyðfinn Magnussen á leggja úrslitini fram frá kanningini. Eyðfinn fer eisini at vísa nøkur úrslit um haruskjóting í Vestmanna og hvussu veiðan hevur hilnast í teimum ymisku hagunum tey seinru árini. Eisini ferð hann at vísa, hvat haruhagarnir í Vestmanna eru seldir fyri á uppboðssølu, líka frá 1966 til nú.  Aftaná fara teir báðir Vestmeningarnir Jógvan Durhuus og Petur Højgaard, sum báðir nú eru búsitandi í Havn, at greiða frá haruskjóting í Vestmanna. Teir báðir hava í nógv ár skotið harur í Dølum. Í 2013 hevði Jógvan “gullbrúdleyp” sum harumaður. Hetta var hansara hálvtrýssinstjúgunda ár, har hann skeyt harur á Dølum, og hetta varð hátíðarhildin um kvøldið í húsinum, sum teir hava bygt í haganum.

FRÁGREIÐINGIN
Hetta er triðja royndin at gera eitt yvirlit yvir, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum. Fyrsta royndin varð gjørd í 2012. Frágreiðingin er heilar 75 síður til longdar, við nógvum tølum og øðrum tilfari um føroysku haruna. Umframt at greiða frá haruveiðuni í Føroyum í 2014 og hvussu nógv var skotið ymsastaðni kring landið, verður eisini í frágreiðingini greitt frá tíðarskeiðinum, tá loyvt er at skjóta harur í Føroyum og hvussu hetta tíðarskeiðið er broytt síðani 1881. Nøkur eldri harutøl eru eisini fingin til vega. Her sæst m.a., at ‘Heimi í Haga’ í Norðradali hava teir skotið tilsamans 2.871 harur árini 1976 til 2014. Eisini kann lesast, hvussu nógvar harur eru skotnar ‘Skálatoftahaga’ á Borðoynni árini 1970 til 2014. Ein kapittul eru um haruskjóting í Vestmanna og ein kapittul eru eisini um kaninir í Føroyum.

Aftast í frágreiðingini er listi, sum vísir úrslitini frá hvørjum einstøkum av teimum 1.123 harutúrunum, sum vórðu gingnir í 2014, skipaður eftir oyggj, bygd, hagaparti og dato.

Frágreiðingin  “Haruveiðan í Føroyum 2014  og annað tilfar um føroysku haruna”, kann lesast her.

Eisin tær undanfarnu frágreiðingarnar eru tøkar á netinum:

      "Haruveiðan í Føroyum 2013”, kann lesast her.

     "Haruveiðan í Føroyum 2012”, kann lesast her.