University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Yvri 1.200 mans skutu harur í Føroyum í 2014

Yvri 1.200 mans skutu harur í Føroyum í 2014

Tilsamans skutu teir 9.400 harur á 1.123 túrum í 348 hagapørtum kring landið. Raskastir vóru vestmenningar. Hetta kann lesast í nýggju frágreiðingini: “Haruveiðan í Føroyum 2014 og annað tilfar um føroysku haruna”, sum júst er útkomin.


Í frágreiðingini kanst tú lesa um, hvussu haruveiðan í 2014 hilnaðist kring landið. Teir, sum vóru raskastir at skjóta harur í Føroyum í 2014, vóru teir í ‘Útihaganum á Bjørgum’ í Vestmanna. Teir fingu 214 harur, sum teir skutu á 11 túrum. Teimum á baki koma teir í hagapartinum ‘Norðurtriðingur, Norðaripartur’ í Sørvági við 203 harum á 14 túrum. Teir í Neshaga í Vestmanna vóru beint aftanfyri Sørvingarnar við 202 harum, sum teir fingu á 14 túrum. Á fjórða plássi vóru teir í Sjeyndum í Tjørnuvík við 201 harum á 12 túrum.

Tað er sera ymiskt hvussu nógvar harur vórðu skotnar í teimum ymisku høgunum kring landið. Av teimum 334 sjálvstøðugu hagapørtunum, har skotið varð í 2014, varð helvtin av samlaðu veiðuni skotin í 47 hagapørtum. Av hesum, vórðu 25 %, tað eru 2.323 harur, skotnar í 16 hagapørtum, Tey fyrstu 25% av harunum, har teir fingu fægst harur, vórðu skotnar í 235 hagapørtunum.


VESTMANNA ER HARUBYGDIN Í FØROYUM
Vestmanna er tann bygdin í Føroyum, har mest verður gjørt burtur úr haruskjóting. At áhugin fyri haruskjóting er stórur í Vestmanna, sæst eisini aftur á prísunum, sum hagarnir verða seldir fyri.  Samlaði prísurin, sum haruhagarnir í Vestmanna eru seldir fyri, frá 1966 til í dag, er nú farin upp um 2.2 milliónir.

Hesin stóri áhugi, sum er fyri haruskjóting í Vestmanna, sæst eisini aftur á talinum á harum, sum verða skotnar, tí Vestmanna er tann bygdin, har nógv tær flestu harurnar vórðu skotnar, bæði í 2014, 2013 og í 2012. Tilsaman skutu vestmenningar í fjør 1.120 harur á 74 túrum í teimum 12 haruhøgunum, sum hoyra til bygdina. Hetta eru13% av øllum harunum, sum vóru skotnar í Føroyum í 2014. Av teimum 7 høgunum, har flestar harur vórðu skotnar Føroyum í 2014, vóru fýra teirra í Vestmanna. Næstflestar harur skutu teir í Miðvági; 553 harur á 70 túrum. Á triðja plássi er Sørvágur við 496 harum á 42 túrum, fjórða plássi er Sandavágur við 463 harum á 70 túrum.


VEIÐAN DAG FYRI DAG
Í kanningini er skrásetingin av haruveiðuni gjørd fyri hvønn einstakan dag, sum skotið hevur verið. Tí ber eisini til at gera upp, hvussu veiðan hevur hilnast dag fyri dag í veiðitíðin, og til ber at samanbera, hvussu veiðan hevur verið í mun til undanfarin ár.

Í 2014 var fyrsti dagur, har loyvt var at skjóta harur, mánadagin 3. november. Hendan dagin, vórðu tilsamans 1.100 harur skotnar í 75 hagapørtum kring landið. Samanbera vit haruveiðuna í 2014 við 2013 síggja vit, at munurin var serliga fyrsta dag, sum hilnaðist munandi betri í 2013 enn í 2014. Tær tríggjar seinastu vikurnar í 2014 vóru hinvegin, munandi betri í 2014 enn í 2013. Annars hevur gongdin verið hin sama tey bæði árini.

Í 2013 fall tað soleiðis, at fyrsti dagur, tá loyvt var at skjóta harur (2.november), var ein leygardag. Tá líkindini at skjóta harur eisini vóru framúr góð hendan dagin í 2013, vóru eisini nógvir harumenn í fjøllunum. Skotnar vórðu tá tilsamans 2.458 harur á 122 túrum kring landið. Í 2012 skutu teir 1.304 harur á 93 túrum tann fyrsta leygardagin í árinum, tá loyvt var at skjóta haru.

FLESTU HARURNAR SKOTNAR Í STREYMOYNNI
Kanningin vísir, at eins og í 2012 og 2013, so vóru eisini tær flestu harurnar í 2014 skotnar í Streymoynni; íalt 3.924 harur, sum svarar til eina slaka helvt av øllum harunum. Hetta er áleið sami brotpartur sum í 2013 og 2012, tá ávikavist 45% og 47% av teimum føroysku harunum vórðu skotnar í Streymoynni.

Í Vágum vórðu skotnar íalt 1.893 harur, 1.415 í Eysturoynni og 840 á Borðoynni. Til samanberingar fyri Vágoynna kann sigast, at bæði í 1991 og í 1997 vórðu umleið 1.400 haru skotnar tilsamans hvørt árið. Árið 2014 var tí eitt sindur yvir miðal til haru hjá vágamonnum.

Tað var eisini á Streymoynni, at flestu túrarnir vórðu gjørdir í 2014; íalt 388 túrar, sum svarar til 35% av samlaða túratalinum. Í 2013 vórðu 41% av øllum harutúrunum gjørdir í Streymoynni, í 2012, 45 %.

KANNINGIN SERA VÆLEYDNAÐ
Kanningin av haruveiðuni í Føroyum í 2014 var sera væleydnað, og harumenn vóru avbera raskir at boða frá hvussu nógv teir høvdu fingið á teimum ymisku túrunum. Fyri 10 av teimum 15 oyggjunum, har møguleiki er at skjóta harur, eydnaðist tað at fáa upplýsingar um veiðuna í øllum høgunum í oynni. Talan er um oyggjarnar: Fugloy, Svínoy, Viðoy, Kunoy, Streymoy,Vágar, Mykines, Hestur, Nólsoy og Skúgvoy. Í Borðoynni manglar ein hagi, Innistovuhagi. Í Eysturoynni er 78% dekningur, meðan tað fyri Kalsoynna, Sandoynna og Suðuroynna mangla fleiri hagapartar.

Haruhagtølini, sum eru við í frágreiðingini, koma frá 366 ymiskum heimildarfólkum kring landið. Veiðitølini byggja í stóran mun á upplýsingar, sum eru fingnar frá harumonnum, sum hava boðað frá úrslitinum í Facebook-bólkinum “Haruskjóting í Føroyum”.

11. MARS VERÐUR HARUKVØLD Í VESTMANNA
Í samband við, at frágreiðingin ‘Haruveiðan í Føroyum 2014  og annað tilfar um føroysku haruna” nú er komin út, verður skipað fyri einum harukvøldi á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna . Tiltakið  verður 11. mars kl. 20:00. Har fer Eyðfinn Magnussen á leggja úrslitini fram frá kanningini. Eyðfinn fer eisini at vísa nøkur úrslit um haruskjóting í Vestmanna og hvussu veiðan hevur hilnast í teimum ymisku hagunum tey seinru árini. Eisini ferð hann at vísa, hvat haruhagarnir í Vestmanna eru seldir fyri á uppboðssølu, líka frá 1966 til nú.  Aftaná fara teir báðir Vestmeningarnir Jógvan Durhuus og Petur Højgaard, sum báðir nú eru búsitandi í Havn, at greiða frá haruskjóting í Vestmanna. Teir báðir hava í nógv ár skotið harur í Dølum. Í 2013 hevði Jógvan “gullbrúdleyp” sum harumaður. Hetta var hansara hálvtrýssinstjúgunda ár, har hann skeyt harur á Dølum, og hetta varð hátíðarhildin um kvøldið í húsinum, sum teir hava bygt í haganum.

FRÁGREIÐINGIN
Hetta er triðja royndin at gera eitt yvirlit yvir, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum. Fyrsta royndin varð gjørd í 2012. Frágreiðingin er heilar 75 síður til longdar, við nógvum tølum og øðrum tilfari um føroysku haruna. Umframt at greiða frá haruveiðuni í Føroyum í 2014 og hvussu nógv var skotið ymsastaðni kring landið, verður eisini í frágreiðingini greitt frá tíðarskeiðinum, tá loyvt er at skjóta harur í Føroyum og hvussu hetta tíðarskeiðið er broytt síðani 1881. Nøkur eldri harutøl eru eisini fingin til vega. Her sæst m.a., at ‘Heimi í Haga’ í Norðradali hava teir skotið tilsamans 2.871 harur árini 1976 til 2014. Eisini kann lesast, hvussu nógvar harur eru skotnar ‘Skálatoftahaga’ á Borðoynni árini 1970 til 2014. Ein kapittul eru um haruskjóting í Vestmanna og ein kapittul eru eisini um kaninir í Føroyum.

Aftast í frágreiðingini er listi, sum vísir úrslitini frá hvørjum einstøkum av teimum 1.123 harutúrunum, sum vórðu gingnir í 2014, skipaður eftir oyggj, bygd, hagaparti og dato.

Frágreiðingin  “Haruveiðan í Føroyum 2014  og annað tilfar um føroysku haruna”, kann lesast her.

Eisin tær undanfarnu frágreiðingarnar eru tøkar á netinum:

      "Haruveiðan í Føroyum 2013”, kann lesast her.

"Haruveiðan í Føroyum 2012”, kann lesast her.







Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025