ACE 2026: Altjóða ráðstevna í psykoterapi
- Nær
- Longd
- 29. apríl - 1. mai 2026
- Stað
- Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn og á Hotel Føroyum
Kom við á altjóða ráðstevnu í psykoterapi frá 29. apríl til 1. mai 2026. Ráðstevnan er fyri fakfólk og granskarar, ið arbeiða við psykoterapi
Høvuðsdenturin verður lagdur á feedback-grundaða viðgerð (FIT), ið m.a. er ein háttur at góðskutryggja og betra um úrtøkuna av samrøðuviðgerð.
Í tríggjar dagar fært tú møguleikan at hoyra leiðandi, altjóða granskarar og praktikarar í psykoterapeutiskari viðgerð, fáa nýggja vitan og gerast partur av einum altjóða netverki, sum støðugt arbeiðir við at betra um úrtøkuna av samrøðuviðgerð.
Ráðstevnan er fyri teg, sum longu brúkar FIT í kliniskum høpi, granskar í tí ella bara hevur áhuga í at læra meira um FIT og psykoterapeutiska viðgerð.
Røðarar verða m.a. Scott Miller (USA), Bruce Wampold (USA), Susanne Bargmann (DK), Birgit Valla (NO), Daryl Chow (Australia), Will Dobud (Australia/USA), Wolfgang Lutz (Týskland) og Kim de Jong (Holland).
Um tú hevur spurningar ella ivamál, so kanst tú senda eini boð til Anniku Helgadóttir Davidsen, adjunktur í sálarfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, á annikad@setur.fo.
Sí meira og tekna teg her.
