Almenn framløga: Ein kanning av COVID-dagbókum
- Nær
- Longd
- 12:00 - 13:00
- Stað
- Søgu- og samfelagsdeildin, Jónas Broncks gøta 25, veghæddin
Søgu- og samfelagsdeildin á Setrinum bjóðar almenninginum til stuttar framløgur á middegi, kallaðar Fróðskaparflísin, har tú kanst ogna tær vitan í døgurðatímanum
Søgu- og samfelagsdeildin heldur til í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn, og á veghæddini har verða í vár aftur Fróðskaparflísar í døgurðatímanum.
26. apríl klokkan 12:00
Erika Anne Hayfield, lektari í samfelagsvísindum: "At finna meining í lockdown: Ein kanning av COVID-dagbókum".
Í framløgu síni 26. apríl á middegi verða úrslit úr 51 koronadagbókum og samrøðum løgd fram.
Granskingarverkætlanin setur sjóneykuna á fyrstu tíðina við COVID-19, tá Føroyar og restin av heiminum fór niður í ferð – eitt tíðarskeið uttan fordømi.
COVID-19 kreppan elvdi til stórar broytingar og órógv av alstórum týdningi. Á fakmáli kann hetta tíðarskeiðið sigast at vera ein sonevnd ”cosmology episode”, sum er ein undantaksstøða, har alt tað, vit kenna og liva eftir, verður ókent og løgið. Í einari “cosmology episode” royna fólk at finna høpi í støðuni (sense-making) og tillaga seg til nýggja veruleikan.
Kanningin varpar ljós á mótstøðuføri (resilience processes), sum eru evnini at yvirliva og finna fram til ein nýggjan normalitet. Úrslitini verða sett í føroyskan samanhang, og kannað verður, hvønn týdning tað hevði á mótstøðuførið at vera eitt lítið oyggjasamfelag í lockdown.