University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Andras M. Mortensen.jpg
17 mai
Tiltak

Almenn framløga: Seyðabrævið og kongligur lóggávupolitikkur

Nær
Longd
12:00 - 13:00
Stað
Søgu- og samfelagsdeildin, Jónas Broncks gøta 25, veghæddin

Søgu- og samfelagsdeildin á Setrinum bjóðar almenninginum til stuttar framløgur á middegi, kallaðar Fróðskaparflísin, har tú kanst ogna tær vitan í døgurðatímanum

Søgu- og samfelagsdeildin heldur til í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn, og á veghæddini har verða í vár aftur Fróðskaparflísar í døgurðatímanum.

17. mai klokkan 12:00

Andras M. Mortensen, lektari í søgu: "Seyðabrævið og kongligur lóggávupolitikkur síðst í 1200-talinum".

Á middegi 17. mai fer Andras M. Mortensen aftur í søguna at lýsa skiftið frá eini høvdingagrundaðari skattaskipan til eina garðsgrundaða skattaskipan.

Seyðabrævið frá 1298 var eitt ískoyti til Landslógina, sum varð lógtikin á teimum norsku løgtingunum í 1274 og send til Føroya umleið 1280. Varðveitslan av teimum báðum gomlu frábrigdunum av Seyðabrævinum, onnur í Kongsbókini og hin í Lundarbókini, bendir á, at lógarteksturin varð sendur til alting føroyinga at verða endaliga orðaður og samtyktur, áðrenn hann varð endaliga skipaður, og ásetingarnar vísa, at meginfyrisitingin í Noregi legði upp fyri, at rættar- og vinnuviðurskiftini vóru serlig í tí føroyska skattlandinum, men eisini, at kongadømið førdi ein miðvísan búskaparpolitikk, har høvuðsendamálið var at staðfesta ognir og virðir hjá gørðunum í Føroyum.

Tað yvirskipaða endamálið tykist at hava verið at innføra eina nýggja garðsgrundaða skattaskipan ístaðin fyri ta høvdingagrundaðu skattaskipanina, sum verður umrødd í samtíðarkeldum úr endanum av 1100-talinum og byrjanini av 1200-talinum.

Øll eru hjartaliga vælkomin til fróðskaparflísarnar og takið endiliga matpakkan við.