University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Fiskur Og Framtíðin
8 juni
Tiltak

Almenn norðurlendsk ráðstevna um fisk og framtíðina

Nær
Longd
08:00 - 15:45
Stað
Kongshøll, Vestara Bryggja í Havn

Føroyski formansskapurin í fiskivinnusamstarvinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum skipar fyri ráðstevnu í Føroyum við heitinum fiskur og framtíðin – møguleikar og avbjóðingar

Havsins tilfeingi hevur stóran týdning fyri kappingarførið og vælferðina í Norðurlondum. Samstundis hevur sjógvurin týðandi leiklut, tá tað ræður um at tryggja burðardygga matvøruframleiðslu til bæði Norðurlond og umheimin.

Sambært formansskapsætlanini hjá Føroyum og Danmark fyri 2026 skulu Norðurlond ganga á odda í arbeiðinum fyri sunnum og burðardyggum sjómati, ið eisini er ein týdningarmikil partur av grønu umleggingini.

Á ráðstevnuni fara serfrøðingar frá ymiskum geirum at geva boð uppá spurningin: “Hvussu fáa framtíðar samfeløg mest virði burtur úr havsins tilfeingi?”

Ráðstevnan fer at seta sjóneykuna á tørvin á nýskapan og heildarhugsan í fiskivinnuni – frá grunni at munni– umframt týdningin av burðardyggari umsiting av fiskastovnum og verju av havumhvørvinum.

Eitt annað týðandi evni verður, hvussu vit fáa ung at velja fiskivinnuna sum vinnuveg. Skulu Norðurlond varðveita og menna eina burðardygga fiskivinnu í framtíðini, er neyðugt at styrkja áhugan hjá ungum fyri útbúgving og starvi innan fyri fiskiveiðu og framleiðslu av mati úr sjónum.

Hetta krevur bæði vitan, tøkniliga menning og sterkt nýskapanarumhvørvi, ið kunnu draga nýggjar evnagóðar spírar at vinnuni.

Ráðstevnan verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn 8. juni kl. 08:00 – 15:45.

Luttøka er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg her: Fisk og Fremtiden - Havstovan

Seinasta freist fyri tilmelding er hósdagin 4. Juni kl. 12, ella so leingi pláss er.

Nærri kunning um ráðstevnuna, sí Fisk og Fremtiden - Havstovan, har eisini ber til at síggja fyribils skránna og tekna seg til ráðstevnuna.