University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
sjóvinnuhúsið.jpg
2 juni
Tiltak

Almenn ráðstevna: Missiónsstýrdur stjórnarháttur

Nær
Longd
12:30 - 15:40
Stað
Kongshøll, Vestara Bryggja 15 í Havn

Almenn og ókeypis ráðstevna verður á Fróðskaparsetri Føroya í Kongshøll á Vestaru Bryggju 2. juni um missiónsstýrdan stjórnarhátt

Ráðstevnan varpar ljós á hugtakið, missiónsdrivin stjórnarháttur (mission-led government).

Hugtakið byggir á arbeiðið hjá búskaparfrøðinginum, Mariana Mazzucato, sum vísir á, at stjórnir eiga at hava ein meira virknan og nýhugsandi leiklut, tá tað snýr seg um at loysa stórar samfelagsligar avbjóðingar so sum almenna heilsu, sosialan ójavnað, veðurlagsbroytingar o.a.

Hon mælir m.a. til, at stjórnir seta sær stór og týðilig mál og seta almennum og privatum aktørum stevnu at arbeiða saman um at røkka málunum tvørtur um geirar og aðrar fyriskipanir.

Missiónsdrivin stjórnarháttur hevur vakt ans í Bretlandi, og við Labour á odda byggir nógv í samgonguskjalinum hjá sitandi stjórnini har á stjórnarháttin og arbeitt verður beinleiðis við fimm missiónum.

Hannah Keenan, Associate Director, frá Institute for Government kemur at greiða nærri frá, hvussu missiónsdrivin stjórnarháttur er settur í verk í Bretlandi.  

Ragnheiður Bogadóttir, lektari á Fróðskaparsetrið Føroya, fer at greiða frá sínum arbeiði við burðardyggari fyrisiting, og Steinbjørn Hardlei, verkætlanarstjóri fyri Barnaverkætlanina, fer at greiða nærri frá, hvussu missiónsdrivin stjórnháttur verður nýttur í verki.

Seinni verður pallborðskjak um stjórnarháttin og teir møguleikar og avbjóðingar, sum knýta seg at missiónsdrivnari fyrisiting. Við pallborðið sita Ragnheiður Bogadóttir, Steinbjørn Hardlei, Rúni Rasmussen, sjálvstøðugur konsulentur við drúgvum royndum frá almennari fyrisiting, og Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum.

Øll eru vælkomin, eins og tað er ókeypis at luttaka. 

Skrá og kunning um luttakararnar her.