University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Mynd_runavik.png
27 oktober
Tiltak

Almennir fyrilestrar um staðsetingarfrøði

Nær
Longd
16:00 - 17:00
Stað
Høli 511, Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja í Havn

Depilin fyri staðsetingarfrøði skipar aftur fyri almennum fyrilestrum, sum hesaferð snúgva seg um, hvussu Runavíkar kommuna og Umhvørvisstovan arbeiða við GIS

Á skránni eru hesir báðir fyrilestrarnir:

Óluva Maria Højgaard: Uppbygging av GIS-tema

Tá tað snýr seg um staðsettar dátur, so hevur tað alt at siga, hvussu talvan er skipað, sum hesar dátur eru skrásettar í.

Óluva fer at greiða frá talvunum aftan fyri veg-temað og bygningsskránna hjá Umhvørvisstovuni. Eisini hvussu bygnaðurin av talvunum beinleiðis hongur saman við, hvørjar greiningar ein vil gera, og hvat ein vil visualisera.

At enda fer hon eisini at greiða frá arbeiðinum við bygningsskránni, sum er samstarv við uttanhýsis partar. Hetta snýr seg um at gera rættingar í GIS, soleiðis at ein á tann hátt tryggjar so álítandi dátur, sum til ber.

Sigrid J. Dalsgaard: Runavíkar Kommuna og GIS

Runavíkar kommuna fór at skráseta í GIS í 2010. Tá var málið at skráseta spillvatnsleiðingar, vatnleiðingar o.a.

Síðani er hentleikin við GIS vaksin, og forrit so sum ArcGIS og Autocad arbeiða væl saman. Harvið ber til at fáa dátur frá Umhvørvisstovuni o.ø. inn í autocad og brúka hesar dátur í t.d. spillvatnsverkætlanum og vegagerð. Tá ber til at síggja fornminni, landsveg-linjur og nógv annað inni í autocad-tekningini.

Runavíkar kommuna brúkar eisini GIS til uppgávustýring, so sum til rottutýning, at reinsa áarinntøk, røkt av grønum økjum v.m. Á fartelefonini kunnu rakstrarfólk fylgja og dagføra hesar dátur.

Við at geva verktakarum atgongd til skipanina, er lættari at skjalfesta og fylgja við verkætlanum.

Nær: Hósdagin 27. oktober 2022, kl. 16 - 17

Hvar: Náttúruvísindadeildin, Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja 15, høli 511