University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24
17 juni
Tiltak

Almennur fyrilestur: DNA, bein og uppruni íslendinga

Nær
Longd
17:00 - 18:15
Stað
Kongshøll, Vestara Bryggja í Havn

Agnar Helgason er altjóða viðurkendur serfrøðingur í antropologi og genetikki. Í hesum almenna fyrilestrinum í Kongshøll lýsir hann upprunan og genetisku søgu íslendinga

Landnám var í Íslandi fyri umleið 1.100 árum síðani í víkingatíð, nakað eftir, at fólk kom til Føroya.

Hetta var partur av norrønari fólkaflyting um stóran part av Norðureuropa, sum hevði varandi ávirkan á mentan og arvaeginleikar hjá fólki á oyggjunum í Norðuratlantshavi.

Í fyrilestrinum fer Agnar Helgason, professari, at leggja fram úrslit frá meira enn 25 ára gransking í ílegusøguni hjá íslendska fólkinum.

Hann fer at greiða frá, hvussu ættarfrøðiligar upplýsingar og genetiskar dátur frá bæði núlivandi og fornum íslendingum eru nýttar til at varpa ljós á upprunan hjá teimum fyrstu niðursetufólkunum og á menningarsøguna hjá fólkinum síðani.

Eisini fer hann at vísa á, hvussu nýggir greiningarmøguleikar av fornum DNA hava kollvelt okkara fatan av søguni hjá hesum fólkabólkum. Henda vitanin byggir á kanningar av arvamassanum hjá fornum fólki úr Íslandi, Grønlandi, Føroyum og øðrum londum.

Um Agnar Helgason
Agnar Helgason tók bachelor- og masterprógv í antropologi við Háskóla Íslands ávikavist í 1992 og 1995. Síðani tók hann eitt MPhil-prógv í biologiskari antropologi við University of Cambridge í 1996 og eitt D.Phil.-prógv (PhD) í sama fakøki við University of Oxford í 2001.

Frá 2000 til 2026 starvaðist Agnar sum leiðandi granskari hjá deCODE Genetics, og síðan 2007 hevur hann verið professari í antropologi við Háskóla Íslands. Hann er altjóða viðurkendur serfrøðingur í antropologi og genetikki og útgivið sera nógv. Av teimum 123 vísindaligu greinunum, hann hevur skrivað, eru 70 útgivnar í fremstu vísindatíðarritunum, so sum Nature, Science, Cell, Nature Genetics og The New England Journal of Medicine.

Granskingin hjá Agnari hevur til endamáls at skilja, hvussu mutatiónir, migrering, genetisk drift og natúrligt úrval hava myndað arvamassan hjá íslendingum og mongum øðrum fólkabólkum.

Arbeiðið er partur av eini breiðari roynd at skilja upprunan og vavið av sjónligum lívfrøðiligum munum millum menniskju. Gransking hansara hevur givið týðandi íkast til okkara vitan um mutatiónstíttleika hjá menniskjum, nýtslu av ættarfrøðiligum upplýsingum til at skilja flytingarmynstur, genetiska drift og paringarmynstur, umframt nýtslu av fornum DNA til at endurskapa søguna hjá íslendingum og øðrum fólkabólkum.

Sí vísindaliga vanga Agnars her

Fyrilesturin verður á enskum máli