University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Jesse Orrico 1DHX1JVT3C
4 februar
Tiltak

Almennur granskingardagur: Kom og hoyr um okkara heilsugransking

Nær
Longd
13:00 - 16:00
Stað
Kongshøll, Vestara Bryggja í Havn

Deildin fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya bjóðar til almennan granskingardag í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn tann 4. februar frá klokkan 13 til 16

Vit seta eina spennandi skrá saman, sum vísir tað stóra fjølbroytnið í granskingini, sum starvsfólk á DHS á Setrinum eiga lut í.

Vit fara at hoyra um stóru verkætlanina, sum Tórur Sjúrðarson, ph.d., og hansara toymi hava arbeitt allan sólarringin við hetta seinasta hálva árið, ið snýr seg um at kanna, hvussu kolesterollækkandi heilivágur ávirkar úrtøkuna av vøddavenjing.

Vit fáa eisini innlit í ph.d.-verkætlanina hjá Tórunn Ósá, sum kannar, hvussu tónakoddar og tónleikur kann hjálpa børnum við neuromenningarsjúku at sova betur.

Somuleiðis fer Eina Hansen, sum ger eina post.doc.-verkætlan, at greiða frá sínum kanningum av okkara allarelstu borgarum. Eina kannar, hvussu fólk, sum eru yvir 90 ár, hava tað og trívast.

Og so verður ljós eisini varpað á heilsufremjandi verkætlanina, sum May-Britt Skoradal, ph.d., hevur staðið á odda fyri, og sum hevði fólk við diabetes 2 undir luppinum.

Skráin er ikki endaliga liðug enn, men spennandi verður hon.

Øll eru hjartaliga vælkomin í Kongshøll!