Alment symposium um ríkisrætt og ráðharraábyrgd
- Nær
- Longd
- 13:00 - 15:45
- Stað
- Søgu- og samfelagsdeildin, 3. hædd, Jónas Broncks gøta 25 í Havn
Komið til spennandi og alment symposium 20. apríl um danskan og føroyskan stjórnarskipanarrætt, serliga ráðharraábyrgd og parlamentariskt eftirlit
Symposiumið tekur støði í donskum stjórnarrætti og grundleggjandi reglunum um ráðharrábyrgd, sum tær spæla seg út millum ávikavist politiska og rættarliga ábyrgd, ið merkir bæði føroyskan og danskan rætt: Í eini skipan merkt av (negativari) parlamentarismu, er tað politiska ábyrgdin, sum er mest áhugaverd í áhaldandi eftirlitinum við ráðharrum.
Rættarlig ábyrgd (í smalari merking) – í Danmark stovnsett við ríkisrættinum – er hinvegin eitt amboð, sum er heldur krevjandi stjórnarrættarliga og á annan hátt.
Tiltakið setir sambandið millum hesar báðar ábyrgdarformarnar undir sjóneykuna, eins og yvirgongdina frá politiskum kritikki og til at taka stig til ríkisrættarmál.
Móti danska ríkisrættinum og føroysku skipanini á økinum - ikki minst lógini um ábyrgd landsstýrisins og nevningatingi fyri ríkisrætt -, verður spurningur settur við skipanina og rættin, sum skal døma.
Eru skipanirnar nútíðarhóskandi og yvirhøvur – serliga tann føroyska – samanhangandi?
Er tað ov trupult at rættarsøkja ein ráðharra?
Ella eru krøvin til revsirættarsókn neyðug ella hóskandi í eini skipan, har politisk ábyrgd er tað primera?
Symposiumið setir luppin á rættarlig og søgulig perspektiv við seks donskum ríkisrættarmálum sum bakstøði. Síðani verður ríkisrættarmálið móti Inger Støjberg, fyrrverandi ráðharra í Danmark, greinað við atliti at samanspælinum millum politiska og rættarliga ábyrgd, meting av prógvum og spurninginum um krøv til skuld. Og fokus er eisini á institutionellu síðuna, íroknað leiklutin hjá leikdómarum.
Hesar royndir verða síðani settar í sambandi við føroysku lógina um ábyrgd landsstýrisins og føroysku stýrisskipanarlógina.
Røðarar verða René Offersen, verjuadvokatur í seinasta danska ríkisrættarmálinum, Frederik Waage, adjungeraður professari í stjórnarskipanarrætti á Fróðskaparsetri Føroya, Bent Ole Gram Mortensen, professari SDU, og Jóhan Lamhauge, námslektari á Fróðskaparsetrinum.
Symposiumið hevur danskan og føroyskan stjórnarskipanarætt, serliga ráðharraábyrgd og parlamentariskt eftirlit, í miðdeplinum.
Skráin
13.00-13.15:
Bárður Larsen, lektari á Fróðskaparsetri Føroya: Vælkomin og inngangur.
13.15–14.00:
Frederik Waage, adjungeraður professari á Fróðskaparsetri Føroya: Danske rigsretssager i historisk og komparativt perspektiv.
14.00–14.25:
Bent Ole Gram Mortensen, professari á SDU: Hvad bekymrer en minister efter dansk ret?
14.25–14.35: Steðgur.
14.35–15.00:
Jóhan Lamhauge, námslektari á Fróðskaparsetri Føroya: Legitimitet uden transparens – en kritisk analyse med afsæt i den hemmelige votering i Rigsretten.
15.00–15.45:
René Offersen, verjuadvokatur: Perspektiver på den seneste danske rigsretssag.
Øll eru vælkomin til ókeypis tiltakið, sum verður á 3. hædd á Fróðskaparsetri Føroya í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn.