University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Málmiklagrunnurin
23 oktober
Tiltak

Alment tiltak: Framløga av Miklamálgrunninum

Nær
Stað
Loftsstovan, Føroyamálsdeildin, V.U. Hammerhaimbs gøta 22 í Havn
Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya leggur nú Miklamálgrunnin fram, sum er til øll, ið hava áhuga fyri føroyskum máli og eru forvitin eftir at læra meira og fáa íblástur
Í hesum sambandi bjóðar Máltøknidepilin á gátt uppi í loftsstovuni á Føroyamálsdeildini fríggjadagin 23. oktober klokkan 14:00.
Miklamálgrunnurin hevur verið í umbúna í nøkur ár, og fólk hava savnað tekstir, reinsað tilfar og skipað eina rúgvu av dátum. Grunnurin er ætlaður sum nýggj leitisíða, har tú kanst leita í einum stórum, fjølbroyttum og málsliga markaðum føroyskum tekstasavni.
Í Miklamálgrunninum man okkurt vera til øll.
Ert tú málfrøðingur, sum vil granska í setningafrøði og málbroyting, lærari, sum vil brúka verulig dømi í føroyskundirvísingini, ella arbeiðir tú kanska við máli og hevur brúk fyri íblástri til onkra orðing, so er
Miklamálgrunnurin ætlaður at gera títt arbeiði bæði lættari og stuttligari.
Í framløguni verður greitt stutt frá verkætlanini og gongdini, og síðani verður leitigrunnurin sýndur fram. Vit greiða frá innihaldinum og tekstunum í grunninum og hava eina gjøgnumgongd av ymsu leitimøguleikunum.
Tú ert vælkomin at taka telduna við og royna Miklamálgrunnin í verki. Vit vegleiða og svara spurningum.