University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2024 12 05 At 14 06 04 Bókaframløga Um Firvaldar Í Føroyum
11 desember
Tiltak

Bókaframløga: Firvaldar í Føroyum

Nær
Stað
Veghæddin, Jónas Broncks gøta 25

Mikudagin 11. desember heldur Bjarne Skule fyrilestur um firvaldar við støði í bókini The Lepidoptera of the Faroe Islands, sum kom út í oktober

Tiltakið verður á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25 frá klokkan 16.30.

Høvundarnir eru Jens-Kjeld Jensen, Ole Karsholt, Hans Eli Sivertsen, Bjarne Skule og Karl Anfinn Thomsen.

Bókin, sum er 140 síður við gott 50 litmyndum, er á donskum og enskum.

Í bókini er eitt dagført yvirlit og støðumeting av øllum summarfuglum, ið funnir eru í Føroyum. Tilsamans eru umleið 170 sløg, sum eru skrásett frá 1781 til og við árslok 2023.

Eisini er inngangur við stuttari frágreiðing um jarðfrøði og landafrøði, veðurlag og náttúru, søguni um firvaldar í Føroyum, upprunan av føroysku firvaldafaununi, umframt um fjølbroytni og lívfrøði hjá føroyskum firvaldum.

Útbreiðslukort fyri fastbúgvandi, flytifirvaldar og innflutt sløg eru í bókini, og keldulisti, sum fevnir um allar útgávur um føroyskar summarfuglar, sum vit kenna.

At enda er ein yvirlitsskrá við føroyskum nøvnum og vísindaligu nøvnum á firvaldum, sum eru nevndir í bókini.

Tiltakið er alment.