University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Læraraskúlin nýggj.jpg
27 september
Tiltak

Bókasavnsverkstova fyri lesandi

Nær
Longd
14:30 - 16:00
Stað
Aulan, Námsvísindadeildin, Frælsið 20, Havn

Bókasavnsverkstova fyri lesandi á Setrinum verður í Auluni á Frælsinum mikudagin 27. september frá klokkan 14:30 - 16:00

Saman við Landsbókasavninum skipar Setrið fyri bókasavnskunning mikudagin í Auluni á Námsvísindadeildini.

Talan er um eina lítla verkstovu, har lesandi fáa innlit í og kunning um, hvussu bókasavnið kann brúkast til fulnar.

Eisini fáa lesandi vegleiðing í at leita fram vísindaligar greinar og annað tilfar. At læra seg at brúka bókasavnið beinanvegin er ein sera góð íløga í lesturin.

Havið teldu við, so tit kunnu royna sjálv. Hetta er samstundis gott høvi at skráseta seg og fáa neyðugu atgongdina til greinagrunnarnar.

Verkstovan verður mikudagin 27. september kl. 14.30-16.00 í Auluni á Frælsinum.

Møtið fjølment!