University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Tiltak

Bókmentatiltak í Gamla Bókhandli

Nær
Longd
2 tímar
Stað
Gamli Bókhandil

Erik Skyum-Nielsen vitjar

Danski bókmentafrøðingurin Erik Skyum-Nielsen vitjar og undirvísir á Føroyamálsdeildini í døgunum 2. til 6. september. Í hesum sambandi verður bókmentatiltak í mentanararvsrúminum (íbúðini) í Gamla Bókhandli mikudagin 4. september kl. 16. Bergur Rønne Moberg fer at hava samrøðu við Erik Skyum-Nielsen um rithøvundarnar Halldór Laxness og Gunnar Gunnarsson sum ávikavist íslendskt- og dansktskrivandi íslendingar.  Umrøddir verða líkleikar millum íslendskar og føroyskar bókmentir á føroyskum og donskum við serligum atliti at bókmentasøguskriving.

Erik Skyum-Nielsen er lektari á Nordiske Studier á universitetinum í Keypmannahavn, og hann hevur umframt íslendskar høvundar týtt føroyskan skaldskap, m.a. verk eftir Jóanes Nielsen, Oddvør Johansen og Carl Jóhan Jensen. Tey flestu munnu eisini kenna hann sum ummælara.