Tiltak
Frælsari frælsi 2023
- Tíðspunkt
- Longd
- 15:15 - 18:00

Ítróttarfelag Setursins skipar fyri einari avbjóðing fyri lesandi og starvsfólk á Setrinum fríggjadagin 29. september klokkan 15:15 á Frælsinum í Havn
Felagsátakið hevur heitið Frælsari frælsi 2023, og avbjóðingin er, hvussu ofta vit megna at renna og/ella ganga runt um Frælsið í ein tíma. Teinurin er 1,75 kilometrar til longdar.
Aftaná verður hugnaløta og sosial samvera.
Endamálið er, at vit hava tað stuttligt saman.
Lesið meira um tiltakið og tilmelding her.