University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
MBL0166815.jpg
16 august
Tiltak

Frændafundur 10 - Rutur og røtur í norðuratlantiskari ferðavinnu

Nær
Longd
2 dagar
Stað
Sjóvinnuhúsið

Dagarnar 16.-18. august 2019 verður  Frændafundur nr. 10 hildin í Tórshavn 

Granskingarsamstarvið millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands bjóðar øllum áhugaðum til ráðstevnu 16.-18. august 2019 við evninum ferðavinna sum høvuðsevni. Verkstovur verða eisini um onnur viðurskifti, sum viðvíkja sambandinum millum Føroyar og Ísland. Ráðstevnan verður hildin á Fróðskaparsetri Føroya (Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja, Tórshavn).

4 høvuðsfyrilestrar verða á ráðstevnuni:

  • Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur, Jarðfeingi og Barbara Biskopstø Hansen, jarðfrøðingur, Jarðfeingi
  • Benedikt Hjartarson, professari í bókmentum, Háskóla Íslands
  • Katrin Anna Lund, ph.d., professari í sosialantropologi á Ferðamálafræði, Háskóla Íslands
  • Bergur Rønne Moberg, ph.d., lektari í norðurlendskum bókmentum á Føroyamálsdeildini, Fróðskaparsetri Føroya

Nærri kunning um granskingarsamstarvið Frændafundir sæst HER