University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Ársfrágreiðing SEV 2019 Helma Maria.jpg
1 juli
Tiltak

Framløga av ph.d.-verkætlan um streymveiting

Nær
Longd
15:00 - 17:00
Stað
Kongshøll, Vestara bryggja, Tórshavn

Gott høvi verður at enda arbeiðsvikuna við stuttum tiltaki um streymveiting og vindorku í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn fríggjadagin 1. juli klokkan 15:00.

Nú Helma Maria Tróndheim hevur vart sína ph.d-ritgerð, "Trygdarveiting fyri eini álítandi elveiting og einum støðugum elneti í eini 100% burðardyggari elskipan í Føroyum", bjóða SEV og Føroya Verkfrøðingafelag til eina framløgu á føroyskum, sum hevur støði í ritgerðini.

Helma Maria Tróndheim tók sína ph.d.-útbúgving í samstarvi millum Fróðskaparsetrur Føroya og SEV.

Tiltakið verður í Kongshøll á Setrinum.

Skrá: 

Kl 15.00 Vælkomin

Kl 15.10 Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, greiðir frá um verkætlanir, sum SEV hevur arbeitt við og arbeiðir við nú.

Kl 15.30 Helma Maria Tróndheim: "Trygdarveiting fyri eini álítandi elveiting og einum støðugum elneti í eini 100% burðardyggari elskipan í Føroyum"

kl 16.30 Endi og ábit/prát

*Um Ph.d verkætlanina*

Helma Maria hevur granskað í, hvussu vit kunnu tryggja eina álítandi og støðuga elveiting, tá 100% av orkukeldunum eru burðardyggar og í ávísan mun óstøðugar. Grøna kósin fram ímóti eini 100% burðardyggari elorkuframleiðslu á landi í 2030 hevur við sær, at tá ið ein stórur partur av elorkuni kemur frá varandi orkukeldum, er tað ein avbjóðing at tryggja, at tað altíð er nóg mikið til av orku, tí hesar eru tongdar at veðrinum og goymslumøguleikum. Úrslitini frá hesi granskingarverkætlanini hava stóran týdning fyri orkuskiftið á føroyska elnetinum. Mannagongdirnar og royndirnar kunnu eisini brúkast at kanna onnur elnet, serliga líknandi elnet.

Sjálv ph.d-ritgerðin er ikki løgd alment út enn, men ymiskt um verkætlanina er at finna her og her.

Ph.d-verjan var í Løkshøll fríggjadagin 24.06.2022.

Upptøkan av verjuni er her.