University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Tiltak

fyrilestraruppskot til Frændafund

Nær

Ráðstevnan verður hildin á 12. sinni í Havn 29.-31. mai 2025. Ráðstevnan er tvørfaklig og yvirskriftin er

Burðardygd sum kumpass -

Hvussu vísir hugtakið burðardygd seg í ymsum vísindagreinum?

Frøðingar, studentar og onnur áhugað eru boðin at senda inn uppskot um fyrilestrar, sum tey hava hug at halda á ráðstevnuni.
Uppskot um fyrilestrar við heiti og stuttum samandrátti á umleið 250 orð skulu sendast til Zakaris Svabo Hansen (zakarish@setur.fo) í seinasta lagi 1. mars 2025.

Svar upp á fyrilestraruppskot fáast 10. mars 2025.