University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
IMG_4680.JPG
25 januar
Tiltak

Fyrilestur: Dashboard í ArcGIS online

Nær
Longd
16:00 - 17:00
Stað
NVD, Sjóvinnuhúsið, Vestara Bryggja 15, hølið 511

Staðsetingardepilin, sum er samstarv millum Setrið, Landsverk og Umhvørvisstovuna, skipar hósdagin fyri opnum fyrilestri um, hvussu Dashboard verða gjørd í ArcGIS online

ArcGIS Online Dashboard* er ein web-app, ið gevur brúkaranum møguleika at síggja og visualisera hagtøl burtur úr egnum dátum.

Martin Sirkovsky, sum er GIS-ábyrgdarfólk hjá Tórshavnar kommunu, fer at vísa og greiða frá, hvussu dashboard verða gjørd.

Hetta verður ein “live”-sýning, har Martin vísir tey ymsu stigini, ið skulu takast, hvat eitt dashboard yvirskipað skal innihalda, ymsar smálutir so sum at knýta til røttu dáturnar o.a.

Fólk eru sera vælkomin at spyrja sohvørt.

Hevur tú atgongd til ArcGIS Online, kanst tú eisini gera dashboard.

Tiltakið er ókeypis, ikki er neyðugt við tilmelding og drekkamuður verður eisini at fáa.