Fyrilestur: Dýpdar- og dronudátur frá Landsverki
- Nær
- Longd
- 16:00 - 17:00
- Stað
- Høli 511, Náttúruvísindadeildin, Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju í Havn
Staðsetingardepilin bjóðar til alment tiltak um dýpdar- og dronudátur hjá Landsverki
Nøgdin av útmáldum dátum veksur skjótt. Multibeam-skanningar undir vatni, dronumátingar
og skanningar á landi geva dátupunkt i milliónatali til ymisk endamál. Á hesum almenna fyrilestrinum um dýpdar- og dronudátur verður m.a. greitt frá, hvussu vit best gagnnýta og deila hesar dátur.
Anne Marie Berg Nordby, uppmátari hjá Landsverki, fer at tosa um multibeamskipanina, bátin og
útgerðina, sum hon brúkar í sínum arbeiði. Eisini umrøður hon positionering, rørslusensorar og
dátur. Harumframt fáa vit eitt lítið innlit í ymiskar viðkomandi arbeiðsuppgávur. Eitt nú fara vit at síggja
dømi um arbeiðsgongdina frá verkætlanini við Skansabryggjuni í Havn.
Ási Mikkelsen, tekniskur leiðari og dronuskipari hjá Landsverki, fer at greiða sínum royndum við
dronuuppmátingum og dátuviðgerð, og hvussu hesar dáturnar verða brúktar. Ási fer eisini at greiða frá, hvussu hann fær tað besta burtur úr sínari útgerð og dátum. Vit hoyra um hansara bakgrund, hvat Landsverk brúkar dronur til og um deiling av dátum.
At enda fáa vit eisini vitan um, hvussu dronu- og dýpdardátur kunnu tvinnast saman.
Framløgurnar verður hósdagin 29. februar frá klokkan 16 – 17 á Náttúruvísindadeildini í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju 15 í høli 511.
Tiltakið er ókeypis, eingin tilmelding er neyðug, og so verður eisini drrekkamuður at fáa afturvið.