2
okt



Kl. 09:00. Kongshøll, Vestara Bryggja 25, Havn Tiltak

Skriva út

Fyrilestur: Tónleikur sum sissandi í røktini

Áhugaverdur almennur fyrilestur við heitinum, "Tónleikur hjálpir sjúklingum til ró", verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju mánadagin 2. oktober klokkan 9.00-9.45

Granskararnir Lars Rye Bertelsen og Helle Nystrup Lund frá Aalborg Universitetsjúkrahúsi fara at hava fyrilestur á Setrinum um royndir og gransking við at brúka tónleik sum sissandi í røktini.

Tey eru í Føroyum í sambandi við føroyska granskingarverkætlan um børn við fjølbreki í Føroyum (børn við neurologiskum sjúkum), og um tónleikurin kann hjálpa børnunum við fjølbreki og svøvntrupulleikum at sova betur.

Tað er Deildin fyri heilsu - og sjúkrarøktarvísindi, sum stendur fyri granskingini.

Fyrilesturin er ókeypis, og øll kunnu koma við.

Tilmelding fer fram við at skriva til: torunno@setur.fo

Tíðspunkt
mánadagur 2. okt., kl 9:00
Longd
09:00 - 09:45
Stað
Kongshøll, Vestara Bryggja 25, Havn