Fyrilestur um grundlinjur Føroya
- Nær
- Longd
- Kl 19:30
- Stað
- Gamla miðhøllin á Skúlatrøð í Klaksvík
"Grundlinjur Føroya – rættarligt og søguligt grundarlag" er heitið á fyrilestri, ið Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya, fer at hava tann 21. februar á torradøgum í Klaksvík
Fróðskaparsetur Føroya verður eisini á skránni á torradøgum í Klaksvík tann 21. februar, tá Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg fer at røða um grundlinjur Føroya.
Grundlinjur eru ásettar millum ytstu punktini á landi. Hesar grundlinjur hava stóran týdning, tí tær eru útgangsstøði fyri áseting av fiskimørkum og landgrunsmørkum. Allur sjógvur innan fyri grundlinjurnar er at rokna sum innara umveldi við somu rættindum og framíhjárættindum sum landaøki.
Føroyar hava í dag beinar grundlinjur, ið fevna um lutfalsliga stór havøki, men tað hevur ikki verið uttan avbjóðingar at áseta slíkar beinar grundlinjur við Føroyar.
Talan er um eitt áhugavert evni, ið eisini snýr seg um søguligu gongdina, m.a. stríðið við Bretland í fimti- og sekstiárunum, eins og nortið verður við gongdina í Íslandi um sama mundið. Eisini verður greitt frá, hví ávís lond í dag hava síni fyrivarni mótvegis grundlinjum Føroya, til dømis USA, og hví Kina vísir grundlinjum Føroya stóran áhuga vísandi til áhugamál síni í landsynningspartinum av Kinahavinum.
Fyrilesturin verður 21. februar klokkan 19:30.
Lesið meira um ársins Torradagar her.