University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
IMG_4680.JPG
15 november
Tiltak

Fyrilesturin um bioinformatikk

Nær
Stað
2. hædd í Sjóvinnuhúsinum, Vestara Bryggja 15.

Ph.d.- lesandi Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu arbeiðir við at kortleggja sildagenomið. Í hesum sambandi hevur hon stovnað nýggjar starvsstovu- og KT mannagongdir í Føroyum. Hetta hevur verið eitt øki við avmarkaðum førleika í Føroyum.

Fyri at kortleggja og greina genom er neyðugt við serstøkum KT mannagongdum, ið vanliga verður nevnt bioinformatikkur. Í hesum fyrilestrinum fer Sunnvør at greiða frá sínum royndum á hesum øki.

Fyrilesturin verður hósdagin 15. november kl. 09:15, rúm 209 á 2. hædd í Sjóvinnuhúsinum, Vestara Bryggja 15.