University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2026 01 12 At 10 22 06 Framløga Á Bátasavninum Í Leirvík Havstovan
22 januar
Tiltak

Granskingarúrslit løgd fram um gulllaks, reyðsprøku og tungu

Nær
Stað
Bátasavnið í Leirvík

Hóskvøldið 22. januar klokkan 19:00 verða spennandi úrslit frá tveimum granskingarverkætlanum løgd fram í Bátasavninum í Leirvík 

Onnur verkætlanin snýr seg um gulllaks, hin um reyðsprøku og tungu.

Skrá

Vælkomin

Ílegukanningar av gulllaksi undir Føroyum – Fyrstu úrslitini

Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, leggur fram úrslit frá verkætlan síni um ílegukanningar av gulllaksi, sum millum annað er stuðlað av Fiskivinnugransking, Granskingarráðnum og Tavuni.

Kaffisteðgur

Reyðsprøka og tunga undir Føroyum

Hannipoula Olsen, fiskifrøðingur á Havstovuni, leggur fram úrslit um lívfrøði og stovnsmeting hjá reyðsprøku og tungu undir Føroyum, sum eru partar av verkætlan, stuðlað av Fiskivinnugransking, FISF og Felagnum Trolbátar.

Tiltakið er alment og øll eru vælkomin.