University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Guy Standing (2).jpg
8 september
Tiltak

Guy Standing: Fyrilestur og kjak um prekariatið

Nær
Longd
19-21
Stað
Norðurlandahúsið

Tað gerast fleiri av teimum, sum verða noydd í tíðaravmarkað størv, verkætlanarstørv, fríyrkisstørv ella parttíðarstørv. Tryggu arbeiðsplássini við tryggum rættindum til pensjón, løn undir sjúku, frítíð o.a., hvørva støðugt.

8. september fer viðurkendi bretski samfelagsprofessarin, Guy Standing, at halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum í Havn um prekariatið – ella óstøðustættina, sum vit rópa tað á føroyskum.

Hann ávarar ímóti vaksandi og samansetta samfelagsbólkinum við frustreraðum akademikarum, faklærdum og ófaklærdum, sum ikki fáa fótin fastan á arbeiðsmarknaðinum. Nógv fólk vita ikki, um tey fáa løn um nakrar mánaðir. Og meðan klokkan gongur, standa tey stúrin á ridlandi grundvølli, við óvissum livikorum og vánaligari atgongd til bæði banka og bústað. Tað ger, at ein nýggjur og vandamikil samfelagsbólkur veksur.

Profitmaksimering og kappingarføri eru lyklaorðini á fleiri stjórakontórum, og hjá arbeiðsgevarum eru fyrimunir við einum fleksiblum arbeiðshópi. Fólk, sum ikki eru í føstum starvi, arbeiða bíligari og harðari. Tey finna seg í tí mesta og vilja ikki tala at, tí tey kappast um føstu størvini. Og tað er lættari hjá arbeiðsgevaranum at sleppa sær av aftur við tey, sum ikki hava rætt til uppsagnartíð o.a.

Standing mælir tí til sjálvrannsakan. Hann fer at grundgeva fyri, at fólk í prekariatinum – sum er ein samanrenning av precarious og proletariat – longu eru ørkymlað og ill, sum eisini sæst aftur í politisku rembingunum úti í heimi síðani fíggjarkreppuna. Og tað eigur fakfelagsrørslan at taka í størsta álvara.

Tað er Uni Holm Johannesen, journalistur og samfelagsfrøðingur, sum skipar fyri, og hetta kvøldið spyr hann eisini umboð fyri fakfelagsrørsluna og vinnulívið í Føroyum, hvørji prekariatsrák síggjast í Føroyum, og um vit eiga at gera nakað við tað.

Ókeypis atgongd.

UM GUY STANDING:
* PhD í búskaparfrøði
* Granskari hjá SOAS, University of London
* Var sum ein av fortalarunum fyri borgaraløn við til at stovna BIEN (Basic Income Earth Network) í 1986
* Hevur skrivað hópin av bókum um arbeiðsmarknað og arbeiðsmarknaðarbúskap
* Bókin “The Precariet: The New Dangerous Class” (2011) er týdd til 23 ymisk mál

www.guystanding.com