University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
sjóvinnuhúsið.jpg
4 apríl
Tiltak

Heilaflýggjan og útbúgving í smásamfeløgum

Nær
Longd
11:00 - 14:30
Stað
Kongshøll, Vestara bryggja í Havn

Kongshøll á Vestaru bryggju er opin fyri øllum áhugaðum 4. apríl frá klokkan 11:00, har MFS er vertur fyri ráðstevnu um heilaflýggbjan og útbúgving í smásamfeløgum

Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) er vertur fyri NOM-ráðstevnu í Kongshøll á Vestaru Bryggju undir yvirskriftini “Heilaflýggjan og útbúgving í smásamfeløgum”.

NOM er samstarv millum 11 lestrarfeløg úr Norður- og Baltalondum.

Evnið í ár er sera aktuelt fyri Føroyar og snýr seg um útbúgvin fólk í smásamfeløgum, sum leita sær møguleikar aðrastaðni enn heima.

Hvønn leiklut hava smá universitet í hesum problematikkinum, og hvat er at gera fyri at bøta um trupulleikarnar?

MFS boðar frá, at tiltakið er alment og ókeypis, og at øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið í Kongshøll.

Skráin

🔹 11:00 – MFS bjóðar vælkomin
🔹 11:10 – Fyrilestur: Heilaflýggjan í Føroyum v/ Eriku Hayfield
🔹 11:50 – Framløga um Erasmus+
🔹 12:20 – Steðgur
🔹 13:30 – Fyrilestur: Leikluturin hjá universitetum í smáum samfeløgum v/ Sigri M. Gaini