Hvør rættur er galdandi í heilsuverkinum?
- Nær
- Longd
- 4. mars - 19. juni
- Stað
- Fróðskaparsetur Føroya, Søgu- og samfelagsdeildin, J. Broncks gøta 25
Áhugavert skeið í heilsurætti várið 2020 - verður eisini stroymt
Sjúklingar hava sjálvsavgerðarrætt, men hvat merkir tað? Hvussu við psykiatri og viðgerðartvingsli? Hvat við innliti og trúnaði? Autorisatiónsskipan og skyldum hjá heilsustarvsfólki?
Hetta og nógv meira lærir tú um á spennandi skeiði í heilsurætti, sum fevnir um reglur og ásetingar um heilsumyndugleikar, teirra virki og skyldur mótvegis sjúklingum, og hvørji rættindi sjúklingar hava. Somuleiðis verður undirvíst í, hvussu heilsuverkið er skipað, og hvussu ábyrgdarbýtið er millum alment og privat. Skeiðið verður eisini stroymt, so fólk, sum ikki hava møguleika at møta á Setrinum, kunnu eisini fylgja við.
Lesið meira her
Tímaætlan her
Umsóknarblað her
Gevið gætur: Umsóknarfreistin 27. januar er útsett. Enn ber til at søkja inn á skeiðið.
Prísur: 6.000 kr.