University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Prof. Tim Birkhead
28 mai
Tiltak

Hvussu er tað at vera fuglur?

Nær
Stað
Sjóvinnuhúsið, Kongshøll

Týskvøldið hin 28. mai kl. 19 verður forkunnugur fyrilestur í Kongshøll við bretska professaranum Tim Birkhead frá universitetinum í Sheffield.

Tim Birkhead hevur ph.d. í lívfrøði og er víðagitin høvundur, vísindamiðlari og granskari í fuglafrøði. Við sínum drúgvu granskingarroyndum og frálíku evnum at miðla gransking á ein viðkomandi hátt gevur hann lesarum og áhoyrarum eitt heilt serstakt innlit í fugl og fuglalív. Ein tann kendasta bókin hjá honum, Bird Sense: What It’s Like to Be a Bird, gjørdist New York Times bestseljari og hevur vunnið fleiri heiðurslønir. Heitið á hesi bók verður eisini yvirskriftin á fyrilestrinum í Kongshøll týskvøldið.

Eldhugin og førleikarnir, ið Tim Birkhead hevur sum vísindafólk og fyrilestrarhaldari, síggjast eitt nú í einum TED-fyrilestri hansara, og lagt er upp til ein spennandi fyrilestur í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum fyri øll fugla- og vísindaáhugað. Skipað fyri tiltakinum hava Føroya Fróðskaparfelag og Føroya Fuglafrøðifelag.

Fyrilesturin verður á enskum og er ókeypis. Gjørligt verður at keypa bókina Bird Sense aftan á framløguna.