IIFET 2026: Altjóða ráðstevna um fiskivinnubúskap og -handil
- Nær
- Longd
- 17. - 21. august
- Stað
- Norðurlandahúsið, Norðari Ringvegur 14, Havn
Fróðskaparsetur Føroya er vertur fyri IIFET 2026 í Norðurlandahúsinum frá 17. - 21. august, har altjóða gransking um búskaparlig viðurskifti í fiskivinnufyrisiting og -handli eru á skránni
International Institute of Fisheries Economics & Trade (IIFET) er ein altjóða felagsskapur við fleiri enn 700 limum úr meira enn 65 londum. IIFET er ein týðandi altjóða pallur fyri gransking, vitan og hugskotum um búskaparlig viðurskifti, tá talan er um fiskivinnufyrisiting og -handil.
Endamálið hjá IIFET er at menna og fremja nýtslu av búskaparligari gransking til at svara týðandi spurningum um burðardygga nýtslu av sjótilfeingi. Samstundis arbeiðir IIFET fyri at tryggja framtíðar livikorini hjá teimum, sum framleiða mat úr sjónum.
Á IIFET 2026 í Havn frá 17.–21. august 2026 luttaka serfrøðingar, myndugleikar, granskarar og fólk úr vinnuni úr øllum heiminum.
Mánadagin 17. august klokkan 13:00 er eitt serligt alment tiltak á skránni, sum hevur breiðari samfelagsligt fokus, á enskum kallað Policy Day.
Tá fara umboð fyri gransking, vinnulív og myndugleikar at viðgera viðkomandi búskaparligar og samfelagsligar spurningar, tá talan er um fiskivinnu og alivinnu.
Millum røðararnar verða Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Dáði Már Kristófersson, íslendskur fíggjarmálaráðharri, og Alan Haynie, stjóri í ICES.
Ráðstevnan hevur fingið stuðul frá Tórshavnar kommunu, grunni undir Norðurlendska Ráðharraráðnum og Betri-samtakinum.
Tey, sum vilja luttaka, kunnu senda teldupost til HansE@setur.fo
Gevið gætur, at neyðugt er ikki við tilmelding til almenna tiltakið 17. august klokkan 13:00,
Sí skránna HER
Lesið meira um IIFET HER