Innleiðsla fyri nýggj lesandi
- Nær
- Stað
- Sjóvinnuhúsið, Kongshøll, Vestara bryggja, Tórshavn
Mánadagin 22. august klokkan 9:00 møta øll nýggj lesandi til felags tiltak á fjórðu hædd í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn.
Møtið í góðari tíð - helst einar 10 minuttir áðrenn klokkan níggju.
Chik Collins, rektari, bjóðar nýggja árganginum vælkomnum, og leiðarin á Lestrarskrivstovuni greiðir frá teirra virksemi og stuðli, sum lesandi fáa frá teimum.
Eisini verður undirhald og livandi tónleikur.
Klokkan 10 fáa lesandi høvi at vitja básar hjá stovnum, sum eru viðkomandi fyri lestrarlívið í breiðari merking, so sum Studni, Landsbókasavnið, Ráð teirra lesandi, MFS og onnur.
Klokkan 11 fara tey lesandi við sínum mentorum út á deildina, har tey skulu hava sína dagligu gongd.
Umráðandi er, at nýggj lesandi mæta bæði til felags innleiðslutiltakið og innleiðslutiltakið á deildini, tí her verður viðkomandi kunning um týðandi viðurskifti fyri teg sum lesandi, m.a. um stuðulstænastur av ymsum slag og um mannagongdir og kt-amboð, sum eru felags fyri øll á Setrinum.
HJARTALIGA VÆLKOMIN Á OKKARA SETUR!