Innleiðsla fyri nýggj lesandi á Setrinum
- Nær
- Longd
- Øll vikan er innleiðsluvika
- Stað
- Kongshøll, Vestara Bryggja í Havn
Lestrarárið á Setrinum byrjar við felags innleiðslu fyri øll nýggj lesandi mánamorgunin 17. august klokkan 9 í Kongshøll.
Tá verður tú skrásett/ur sum lesandi á Setrinum og hjá Studna, fært lestrarkort og ein posa við kunningartilfari. Rektarin bjóðar sjálvandi eisini vælkomin. Seinni verður farið út á deildina hjá tíni útbúgving. Har verður høvi at hitta starvsfólkini, og tú fært nærri kunning um útbúgvingina og undirvísingina.
Øll vikan er sett av til innleiðslu.
Lestrarskrivstovan skipar fyri einum kunningardegi í innleiðsluvikuni, har greitt verður frá skiftinum frá at vera næmingur til at vera lesandi. Tú fært kunning um m.a. Lestrarvegleiðingina, Lestrarskrivstovuna, Landsbókasavnið og KT-skipanirnar hjá Fróðskaparsetrinum. Og skipað verður eisini fyri eini KT-verkstovu.
Stundir verða eisini til samveru við tínar lestrarfelagar, og mentorar, sum eru lesandi, skipa fyri samansjóðandi tiltøkum.
Innleiðslan endar við eini stórari veitslu, sum vit kalla SeturSamanShow, har øll lesandi - bæði nýggj og eldri - marka nýggja lestrarárið við góðum tónleiki, seturskviss, felagssangi og øðrum tiltøkum.