Tiltak
Javnstøðukafé á Setrinum
- Nær
- Longd
- 13:00 - 15: 00
- Stað
- Høli 3.1, Søgu- og samfelagsdeildin í Jónas Broncks gøtu 25, Havn
Á kvinnudegnum 8. mars verður javnstøðukafé fyri starvsfólk og lesandi á Fróðskaparsetri Føroya
Lestrarvegleiðaratoymið á Setrinum skipar 8. mars fyri tiltaki um javnstøðu.
Byrjað verður klokkan 13, tá góður drekkamuður verður at fáa.
Klokkan 14 fer Erika Anne Hayfield, dekanur og granskari á Setrinum, at hava framløgu undir heitinum:
Javnstøða í Føroyum – arbeiðsbýti, arbeiðsmarknaður og útbúgving
Tiltakið verður í høli 3.1 á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn.