University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
flatmynd 2 av kampus Landsverk.png
22 juni
Tiltak

Kampus: Vinnarauppskotið avdúkað

Nær
Longd
13:00 - 14:30
Stað
Kongshøll, Vestara bryggja í Havn

22. juni klokkan 13:00 verður avdúkað, hvør hevur vunnið arkitektakappingina um nýggjan felagsbygning til Setrið. Almenna tiltakið verður í Kongshøll, har framsýning eisini verður av øllum seks uppskotunum 

Nú dómsnevndin hevur valt, hvat av teimum seks uppskotunum hevur vunnið arkitektakappingina um nýggjan felagsbygning til Fróðskaparsetur Føroya, verður alment tiltak í Kongshøll, har øll uppskotini verða sýnd fram, og vinnarin kunngjørdur.

Tiltakið, sum Landsverk og Setrið skipa fyri, verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn klokkan 13.

Umframt framsýningina av uppskotunum verða røður á skránni. Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, fer at røða um kampusætlanina, síðani avdúkar Ólavur Ellefsen, stýrisformaður, vinnaran, sum somuleiðis fær orðið til at tosa um sítt verk, og at enda fer Martin Tvede Zachariasen, rektari á Setrinum, at draga samanum.

Øll eru vælkomin.