Tiltak
Kom og Fanga Okkum
- Nær
- Longd
- 4 tímar
- Stað
- Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum
Saman við fleiri øðrum luttakarum er eisini Fróðskaparsetrið umboðað á kunnandi ráðstevnu, sum MFS skipar fyri hósdagin 4. apríl í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum
Talan er um bæði fyritøkur og stovnar innan tað almenna og innan privatu vinnuna. Serligur dentur verður lagdur á lestrarstørv, starvslesnað og verkætlanir.
Vit gleða okkum til ein spennandi seinnapart, har tit fáa møguleikan til at hoyra nærri á básinum hjá Fróðskaparsetri Føroya.
Skráin fyri ráðstevnuna er annars hendan:
15.00 Dyrnar lata upp og ráðstevnan verður sett
16.00 Prát um starvsumsóknir og CV við Bergtóru Høgnadóttir, HR-leiðari í SEV
17.00 JASMIN framførir
17.30 Ábit
18.30 Betri leggur fram um fyrimunirnir við at hava lesandi í starvi