University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Chatgpt Image May 28, 2025, 05 11 19 PM
29 mai
Tiltak

Komið øll á Frændafund 12: Burðardygd sum kumpass

Tíðspunkt
Longd
3 dagar
Stað
Sjóvinnuhúsið, 4. hædd, Tórshavn

Frændafundur verður hildin á 12. sinni í Havn 29.-31. mai 2025

Ókeypis og almenna ráðstevnan er tvørfaklig og verður hildin undir yvirskriftini "Burðardygd sum kumpass - Hvussu vísir hugtakið burðardygd seg í ymsum vísindagreinum?

Á skránni, sum sæst á leinkinum niðast, eru sera nógvir og spennandi fyrilestrar um næstan alt millum himmal og jørð.

Hósdagin 29. mai verða fyrilestrar frá kl. 13 - 17.15.

Fríggjadagin 30. mai verða fyrilestrar frá kl. 9.15 - 16.15.

Og leygardagin 31. mai verða fyrilestrar frá kl. 9 - 14.30.

Frændafundur er navnið á rannsóknarsamstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands, sum rektaraavtala varð gjørd um í 1990. Triðja hvørt ár heldur samstarvið tvørfakliga ráðstevnu, aðru hvørja ferð í hvørjum landinum. Samstarvið er skipað við nevnd í báðum londunum.

Lesið skránna her.

Lesið samandráttir av fyrilestrunum her.