University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
NCBio (2).jpg
19 mai
Tiltak

Korona og etikkur: Hvat hava Norðurlond lært?

Nær
Longd
19. - 20. mai 2022
Stað
Bergen og á netinum

Heimsfarsóttaretikkur – hvat hava Norðurlond lært?

Í døgunum 19-20. mai 2022 skipar Norðurlendska nevndin fyri bioetikk (NCBio) fyri ráðstevnu í Bergen, har tikið verður samanum, hvat vit í Norðurlondum hava lært av COVID-19 alheimsfarsóttini.

Ráðstevnan við enska heitinum “The ethics of pandemics: Lessons learned in the Nordic countries” byggir á eina røð av webinarum, sum NCBio skipaði fyri veturin 2020-21, har roynt varð at lýsa etisku síðurnar av alheimsfarsóttini, og har hugt eisini varð at munum og líkleikum í handfaring og kjaki í Norðurlondunum.

Webinarini kunnu síggjast á heimasíðuni hjá NCBio her.

Tilmelding og skrá er her.

Til ber eisini at luttaka talgilt.